Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingar ynskja forboð móti at fjala alt andlitið

Dan Klein --- 09.03.2018 - 08:35

69,43% av føroyingum ynskja lóg samtykta ímóti nýtslu av  klædnadrakt sum fjalir alt andliti.

Nýtt Sjálvstýri: 

Kanningin sum Spyr.fo hevur gjørt var gjørd týsdagin 13. oktober 2017.

Í kanningin luttóku 400 fólk í aldrinum 18 til 80 ár.

Spurningurin sum settur var:

“Skulu vit hava eina lóg ímóti burka og niqab?”

Øll svara
69,43% at vit skulu hava eina lóg ímóti burka og niqab
20,78% aT fólk skulu sjálvi sleppa at avgera, hvussu tey eru klødd
9,79% vita ikki.

Býtt upp í aldur svara
Aldursbólkarnir svaraðu soleiðis uppá spurningin: at vit skulu hava eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:
18 til 29 ára gomlu 60,5%
30 til 44 ára gomlu 70,9%
45 til 59 ára gomlu 70,5%
60 til 80 ára gomlu 69,5%.

Kvinnur og menn svara
69,3% av kvinnunum og 69,7% av monnum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab.

Oyggjar svara
Fólk sum búgva í hesum oyggjum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:
Eysturoyingar 67,0%
Norðoyggjar 67,3%
Fólk í Norðstreymoy og Vágum 71,4%
Fólk í Sandoynni og Suðuroy 76,6%
Fólk í Tórshavnar Kommunu 68,6%.

Hjálagt senda vit myndir av omanfyrinevndu talvum.

Eisini senda vit uppskot hjá Sjálvstýri í løgtingsmáli nr. 138/2017: Uppskot til samtyktar um bann í almenna rúminum fyri dularbúna og annað, ið fjalir alt andlitið.