Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingar raskir at brúka e-Skatt

Ongantíð áður hava so nógv brúkt e-skattaskipanina, nú freistin at lata Sjálvuppgávuna fór tann 1. mai. Ein uppgerð hjá TAKS vísir, at í alt 6707 Sjálvuppgávur eru lætnar inn umvegis e-Skatt. Í fjør brúktu samanlagt 4448 borgarar skipanina. Sostatt er talan um eina framgongd sammett við í fjør.

- Tað hugaligt at staðfesta, at fleiri og fleiri taka e-skattaskipanina til sín. Á TAKS royna vit áhaldandi at leggja nógv fyri at hjálpa fólki at brúka e-Skatt. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, og tí royna vit at eggja fólki at brúka e-Skatt, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Tað er ikki bara í Føroyum, at borgarar hava tikið elektronisku e-skattaskipanina til sín. Í Svøríki hevur skipanin veruliga vundið upp á seg. Yvir 3 milliónir sviar brúktu skipanina, nú Sjálvuppgávan skuldi latast inn í farnu viku.

- At avgreiða síni viðurskifti á netinum er framtíðin. Tað vísir seg, at færri mistøk verða gjørd og tað krevur minni fyrisiting, tá fólk brúka e-Skatt. Hjá okkum hava afturmeldingar frá fólki verið góðar. Hóast vit kunnu staðfesta ein framgongd, so er okkara greiða mál at fáa enn fleiri borgarar at avgreiða síni viðurskifti umvegis netið, sigur Eyðun Mørkøre.

Í ár fingu í alt 5603 føroyingar Sjálvuppgávu, meðan 8703 fingu Kapitalvinningssjálvuppgávu.