Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingar nýta genbanka

Antin konan hevur verið ótrúgv, barnið rænt ella fólk leita eftir ættarbondum í Kina, so er møguleikin komin. Eisini føroyingar taka lut.

Fleiri føroyingar hava meldað seg til ein amerikanskan gen-banka í eini roynd at finna sínar egnu røtur. Tað eru ongar avmarkingar, sum forða genbankanum í at kanna onnur fólk, enn tey, sum eru limir av bankanum. Bara genbankin fær neyðugt dna-tilfar.

Er talan um ein mann, sum ivast í um hann er pápi til sítt egna barn, so kann hann saktans finna útav hesum við at senda sítt egna gen-tilfar, og tilfar hjá soninum, sum kann finnast í einum kambi, ein húðarlepi ella okkurt annað, sum dna kann dragast burturúr, og senda hetta við postinum.

15 milliónir fólk eru í genbankanum, harav 1,5 milliónir gera brúk av tænastum í løtuni.

Jú sanniliga: Nú kunnu øll genkannast.

Greinin kann lesast í blað nr. 46, frá 23. desember 2011...

Greinin kann keypast keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.