Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FØROYINGAR MEIRA ÁVIRKAÐIR AV NÁTTÚRUNI ENN ONNUR

- Náttúran hevur ovurstóran týdning fyri okkum menniskju og serliga fyri okkum føroyingar. Vit búgva mitt í náttúruni og verða meira ávirkað av henni enn so mong onnur, segði Elin Lindonskov m.a., tá hon setti Umhvørvisvikuna 2013 í morgun.

Vælkomin til setanina av Umhvørvisvikuni her við Býlingahúsið á Norðasta Horni. Orsøkin, til at vit eru her, er, at í ár er býlingahúsið 25 ár. Rættiliga hóskandi fyri Umhvørvisvikuna hevur býlingahúsið slagorðið: Náttúran er okkara námsfrøðiliga amboð.

Tórshavnar kommuna vil vísa á, at náttúran hevur ovur stóran týdning fyri okkum menniskju og serliga fyri okkum føroyingar. Vit búgva mitt í náttúruni og verða meira ávirkað av henni enn so mong onnur.

Umhvørvisvikan snýr seg um at gera okkum tilvitað um stóra týdningin, náttúran hevur fyri okkum. Vit vilja vísa á, at vit eiga at fara væl við náttúruni. Fara vit væl við náttúruni, gerst okkara lív betri. Vit kunnu gleðast um hennara vakurleika og tað góða, vit fáa við at røkja náttúruna væl.

Temaði hesa umhvørvisvikuna er at taka upp og at seta niður. At seta niður trøð og plantur. Og at taka upp eftir okkum í náttúruni.

Sum vanligt fáa allir borgarar, sum koma oman á Vaglið leygardagin, ein plantupakka at seta niður. Og vit taka upp eftir okkum, tá almennur ruddingardagur verður leygardagin 11. mai.

Í morgin verður ruddingardagur fyri skúlar, virkir og stovnar.

Eftir ruddingardagin verður fyri fyrstu ferð trekt lut um ein trivnarpakka fyri 20.000 krónur millum tey, sum rudda. Trivnaðarpakkin er ein náttúruuppliving fyri ein bólk upp á 10 til 30 fólk. Kravið fyri at luttaka er, at ein bólkur við minst 10 og mest 30 persónum verður meldaður til ruddingina á uv@torshavn.fo og at bólkurin sendir inn 3 til 5 myndir frá ruddingardegnum.

Mikukvøldið verður temakvøld um urtagarðar og planting. Tá verða umhvørvisstuðulin, grøna virðislønin og grøna gávan eisini latnar. Hetta fer fram í posthúskjallarnum.

Sum nakað nýtt, hava vit latið dyrnar upp á fleiri kommunalum stovnum.

Á vatnverkinum í Villingardali verður møguligt at síggja og hoyra um, hvussu vatnið verður reinsa og ført út til brúkarnar.

Á Brennistøðini verður rundvísing frá Endurnýtsluni og niðan í Tinghúsið á Hjalla. Á vegnum verða vit kunnað um, hvussu okkara burturkast verður handfarið og endurnýtt. Eg loyvi mær eisini at nevna, at hitin frá Brennistøðini verður brúktur til at hita nærum 1000 hús í kommununi, upp við.

Á Boðanesheiminum verður rundvísing og kunning um sjóðarhitan.

Gongutúrur verður til vindmylluna í Nólsoy har greitt verður frá um verkætlanina.

Skúlin við Løgmannabreyt og skúlin á Argjahamri hava somuleiðis opið hús við rundvísing og kunning um skúlan.

Umframt tað, eg havi nevnt, verður skipað fyri gongutúrum, teknikapping á Býarbókasavninum og “umhvørvisveiðu” sum Margarinfrabrikkin skipar fyri.

Eg vóni, at vit øll fara at fáa eina góða umhvørvisviku - og at væl verður vitjað á ymisku stovnunum, vindmylluni eins og øllum hinum tiltøkunum í vikuni.

Við hesum lýsi eg umhvørvisvikuna 2013 at vera setta.