Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingar fáa framíhjárætt til KBU størvini

Ov fáir serlæknar er tann stóri trupulleikin. Hvussu kann man so loysa tann trupulleikan og gera tað attraktivt at søkja hendanvegin sum serlækni. Tað eru fleiri ting, sum mugu rættast. Tað mugu vera menniskjasligar arbeiðsumstøður. Til tær stóru sergreinarnar er ikki nokk at fáa ein serlækna, tí so sær man fram til at hava vakt minst helvtina av árinum, umframt eina alt ov stóra arbeiðs- og ábyrgdarbyrðu, og tað góðtekur eingin longur. Hetta kundi kanska verðið loyst við at søkt eftir fleiri ísenn. Samstundis skuldi tað verið garanti fyri, at fulltíðar sjúkrarrøktarfrøðingur og skrivari fylgdu við, og vit kundu tikið intiativ til at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingin til júst hesa sergrein, staðfestir Læknafelag Føroya. 

Tíðindaskriv:

Herfyri varð skjøtul settur á menningararbeiðið fyri sjúkrahúsverkið. Nógv fólk og nógvar starvsgreinir eru farnar til verka. Sum vera man, er læknafrøðin ein av hornasteinunum í heilsuverkinum. Tí hevur tað møguliga almennan áhuga, hvat læknarnir hugsa og halda. Men læknar eru sum aðrir starvsbólkar ymiskir á máli um teir ymisku spurningarnar, sum stinga seg upp, tá vit skifta orð um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast.  Tí ber ikki til at spyrja hvat læknarnir halda, men tað ber til at hoyra ymisk læknalig sjónarmið og við tí fáa eina hóming av, hvat vit sum starvsbólkur halda. Tað ber tó til at finna eitt meginrák, um vit spyrja ymiskar læknar. 

Í hesum riti hava vit so valt at endurgeva orðaskiftið og bólkaarbeiðið á seinasta aðalfundi í Læknafelag Føroya 24. oktober 2015.  Fyrst í ritinum er formansrøðan, sum umrøður støðuna í heilsuverkinum nú og komandi. Niðurstøðan hjá formanninum er, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til, sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein  politiskur trupulleiki. Læknafelagið heldur at vit eru áleið fimti serlæknar ov fáir í Føroyum. Tað er hetta stóra tal, ið skal til fyri at sergreinirnar kunnu virka við nøktandi vaktbyrðu og undirgreining í tí skjótt vaksandi læknafrøðini. Til tess at vísa at politikararnir taka undir við hesari tørvsmeting, mælir Læknafelagið til, at pening longu nú verður settur av til allar hesar tørvandi læknar. 

Vit bjóðaðu eisini tveimum læknum at røða um eitt meira avmarkað evni. Jákup Petersen, yvirlækni, játtaði at hugleiða um, hvussu vit skipa sjúkrahúsverkið sum best við trimum sjúkrahúsum. Jákup er bersøgin og sigur, at sjúkrahúsverkið ikki nóg væl góðskutryggjar og at sjúkrahúsverkið er ein politiskur leikvøllur, har politisk áhugamál telja meira enn faklig atlit. 

Eisini Bjarni av Steig, yvirlækni, játtaði at tosa um, hvussu vit fáa læknar at koma til Føroyar og at støðast her. Bjarni greiddi frá arbeiðinum at fáa skikkaðar læknar til medicinska depilin seinastu árini. Hann legði dent á, at tað er týdningarmikið at fáa samband við ungar læknar tíðliga í teirra útbúgving og so fylgja teimum heilt til eitt møguligt fast serlæknastarv í heilsuverkinum. Í hesum arbeiði er av týdningi at minnast til, at ein serlækni er ikki klárur at flyta til Føroya fyrr enn í aðru helvt av tríatiárunum. Tá hevur hann familju, sum skal takast upp við rót og gróðursetast í heimligum jørðildi. Tað er ikki altíð so einfalt. So hesin trupulleikin er eisini ein týdningarmikil partur av strembanini at fáa serlæknar heim aftur. 

Aðalfundarfólki varð síðani tilvildarliga býtt í fimm arbeiðsbólkar, sum skuldu arbeiða við somu evnum, sum omanfyri nevndu røðarar. Nevniliga hvussu vit skipa sjúkrahúsverkið sum best við trimum sjúkrahúsum og hvussu vit fáa skikkaðar læknar heim aftur at starvast. Eitt fólk úr hvørjum bólki hevur síðani skrivliga tikið saman um orðaskiftið í bólkunum. Teirra frásagnir eru viðheftar heilt óbroyttar. Sum vera mann, er frásøguhátturin ymiskur, bæði í vavi, smálutastigi og viðvíkjandi sjónarhorni. Sjónarmiðini fevna víða, men tað er ein reyður tráður í øllum arbeiðsbólkum og hann er at verandi skipan av sjúkrahúsverkinum ikki er góð og má broytast munandi um sjúkrahúsverkið skal starva optimalt. Eisini eru arbeiðsbólkarnir á einum máli um, at rekruttering av læknum er eitt vandamál fyri heilsuverkið, sum fer at krevja mikla orku at loysa. Tað góða er tó, at vit hava nóg mikið av útbúnum føroyingum at taka við øllum hesum størvum, men spurningurin er, hvussu vit gera tað áhugavert at koma heim aftur. 


Formansrøða í Læknafelagnum 24. okt. 2015

Æraða landsstýriskvinna í heilsumálum, æraði aðalstjóri, og æraðu starvsfelagar. 

Tá tit valdu meg til formann seinasta heyst, segði eg stutt, hvat eg fór at arbeiða við. Tað var og er, hvussu vit tryggja at okkara heilsuverk er kappingarført í dygd við heilsuverkini  í grannalondunum. Vit hava sum fakbólkur ein serligan førleika at gera hesar hátøknilogisku metingar og við førleikanum fylgir eisini ein plikt at siga Føroya fólki, politikarum og umsiting frá, hvussu vit meta støðuna. Tað er als ikki nokk at gera tørvin á pengum og starvsfólki upp til dagin í dag ella í ár. Neyðugt er við framskrivingum. Væl at merkja framskrivingar har onki so einfalt sum eitt  Excelark kann hjálpa okkum við. Nei, her er tørvur á fakkønari analysu av heilsuverkinum nú og komandi. Um tú skalt úttala teg um tað komandi, so mást tú skilja læknafrøðina í okkara tíð og hvussu hon mennist. Tú mást so at siga professionelt fornemma, hvar vit eru um 5 og 10 ár. 

Tað var hetta vit royndu at gera á felagsfundinum tann 17. og 18. apríl í ár, tá vit gjørdu eitt rit, sum vit lótu almenninginum: “Læknafelagið rópar varskó”.
Tað ljóðar ógvusligt, og tað vóru tey, sum bóðu okkum taka tað róligt, tí okkara útrokningar nokk vóru skeivar. Tað plagar at ganga o.s.fr. Vit søgdu tá í niðurstøðuni, at heilsuverkinum manglaði um hálvthundrað læknar og úti við hálva milliard í játtan í mun til Danmark. Tá ivi varð sáddur um almennnu hagtalsbólkingina, NOMESCO, og sum var tað ritið, sum vit høvdu brúkt sum grundarlag, valdi nevndin í læknafelagnum at biðja ein fíggjarfrøðing kanna tølini nærri. Tann frágreiðingin er nú liðug og er send øllum. Hon sigur stutt, at okkum vantar umleið hálvthundrað læknar og á leið 350 mill. krónur, um vit skulu samanbera okkara nýtslu við nýtsluna í Danmark. So vit hava altso fingið konfirmerað okkara páhald frá í vár. 

Læknafrøðin í Føroyum nú og komandi

Eg loyvi mær at taka eitt sindur afturí aftur tað, sum vit søgdu í vár: 

Framtíðarútlit:

1. Fleiri sjúkur og sjúkuundirbólkar. 
2. Dýrari heilivágur. 
3. Dýrari kanningar- og viðgerðartól.
4. Avleiðingarnar av vaksandi læknafrøðiligum førleikum verður at viðgerðin verður meira og meira spesialiserað og savnað á stórum deplum við serførleika innan eitt ávíst og avmarkað umráði. Teir spesialiseraðu viðgerðardeplarnir fara at fáa sjúklingar, ikki bert úr heimlandinum, men eisini  úr øðrum londum, sum eru ov smá at hava slíkar førleikar.

Vit kunnu velja at gerast partur av einum útlendskum sekunderum heilsuverki og so gjalda tann relativt lítla eyka flutningskostnað, sum hetta fer at hava við sær í flogferðaseðlum. Á henda hátt fáa vit beinleiðis atgongd til serdeildir á øllum økjum uttan seinkandi visiterandi innlegging her heima. Trupulleikin við hesi loysnini er tó, at vit hóast hetta mugu hava eina  sjúkrahústilbúgving til brákomnar sjúkur og skaðar. Og henda tilbúgving má vera á einum ávísum støði fyri at vera forsvarlig. Tað merkir diagnostikan útbúna og akuttan viðgerðarførleika – veri tað seg kirurgiskan sum medisinskan. Við øðrum orðum er tað soleiðis, at sjálvt um vit velja at integrera okkum í eitt útlendskt stórt sjúkrahúsverk, so verða minimumskrøvini til akuttførleikan á sjúkrahúsunum í Føroyum á leið tað sama, sum vit hava í dag. Einasti munur verður stórt sæð, at konsulentskipanirnar, sum vit í dag fáa úr øðrum londum, kunnu takast av, tí sjúklingarnir við sjúkum, sum konsulentarnir vanliga taka sær av, verða tá sendir av landinum.

Hin vegurin er at menna okkara heilsuverk við teimum diagnostisku og viðgerðarligu førleikum, sum eitt nýmótans heilsuverk krevur. Skulu vit tað,  er tørvur á nógvum serlæknum afturat. 

Heilsubúskaparliga greiningin sum Læknafelag Føroya hevur fingið gjørda  fyri at samanbera læknamanningina í Føroyum við onnur lond, sigur frá eini stak daprari mynd:  

Tølini vísa, at Føroyar hevur eitt stórt trot á læknum. Trotið er sjónligt, bæði tá samanborið verður við Norðanlond og við ES sum heild, uttan mun til, um vit samanbera tøl frá NOMESCO, sum inkludera konsulentar, ársverk frá Føroya Hagstovu ella læknatal frá læknafelagnum.

At Danmark hevur broytt roknihátt í 2014 broytir ikki støðuna, at tað eru væl fleiri læknar fyri hvønn íbúgva í Danmark samanborið við Føroyar. 

Hvør lækni hevur 151 fleiri íbúgvar at taka sær av í Føroyum í mun til í Danmark, hóast tølini í Føroyum inkludera konsulentar.

Føroyar hava tørv á meira enn 53 læknum afturat, um vit skulu samanbera okkum við onnur Norðurlond. Afturat hesum kemur, at 6 kommunulæknastørv verða røkt av skiftandi avloysarum.

Játtanin til heilsuverkið
Læknafelagið bað eisini búskaparfrøðingin samanbera játtanina til føroyska heilsuverkið við onnur lond. Eisini tá, sær tað ikki gott út: Føroyar brúktu í 2013 1.083 mill kr. uppá heilsuverkið. Sama ár brúkti danska heilsuverkið kr. 164.512 mill. Í Danmark eru uml. 115 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum. Um danir høvdu sama fólkatal sum í Føroyum, svara 164.512 mill. til kr. 1.426 mill. Hetta er 343 mill. meira, enn hvat Føroyar brúktu.

Um hædd verður tikin fyri fólkatalinum, brúkti Norra í 2013 2.138 mill. kr., tað er 1.055 mill kr. meira, enn hvat Føroyar brúktu.

Sviar brúktu í 2013 71 mill. kr. meira enn føroyingar. 

Tað týdningarmikla við hesum tølunum er, at COFOG (Classification of the Functions of Government) bert vísir almennu útreiðslurnar. Tann privati parturin í Føroyum er so mikið lítil, at roknast kann við, at munurin millum føroysku útreiðslurnar og útreiðslurnar í hinum norðanlondunum hevði verið størri, um tað privata varð tikið við. Privata virksemið í Danmark er í vøkstri, har fleiri og fleiri hava privatar sjúkratryggingar. Í Norra er privati marknaðurin ikki stórur, men hann er í vøkstri.

Heilsuútreiðslur pr. capita vísa, at Føroyar í 2013 brúktu DKK 6.830 minni pr. høvd enn Danmark, 20.879 DKK minni enn Norra og DKK 1.065 minni pr. høvd enn Svøríki. Føroyar brúka minni pr. høvd uppá heilsuverkið enn øll hini norðurlondini ið uppgeva COFOG útreiðslur. Hetta hóast Føroyar vegna lágt íbúgvatalið ikki kunnu vænta sama effektivitet sum í stórum sjúkrahúsverkum og tí áttu at brúkt lutfalsliga meira uppá heilsuverkið til tess at vera á sama støði sum t.d. Danmark.

Niðurstøður
Læknafelag Føroya heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til, sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein  politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni. 

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er, um føroyingar vilja gjalda tað, sum tað kostar. Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum er ein vandamikil gongd. Læknafelag Føroya fer tí at ávara ímóti hesi gongdini. Læknatrotið í føroyska heilsuverkinum ger, at føroyingurin fær minni og minni ágóða av teimum frambrotum, sum læknavísindin ger úti í heimi.

Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 mill. krónur av árliga til nýggj læknastørv – hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við so hvørt skikkaðir umsøkjarar eru til tey umleið fimti størvini, sum okkum mangla. Hendan játtan skal ikki brúkast til onnur endamál – og tað óbrúkta fellir við árslok aftur í landskassan.  Væntandi kunnu vit ikki finna skikkaðar umsøkjarar til hesi størv beinan vegin, men tá ungfólk úti í heimi frætta, at tað er peningur tøkur til hesi størv, fara tey væntandi og vónandi at seta sær sum mál at koma heima aftur at virka, tá tey eru búgvin til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum – og tá eru tey flestu vanliga  í aðru helvt av tríatiárunum. Fáa tey ikki hendan møguleikan í eygsjón skjótt eftir loknan lestur, so er vandi fyri, at vit – føroyska samfelagið – missa tey og at tey heldur ríka onnur samfeløg við teirra evnum og førleikum. 

Verða øll hesi læknastørv sett við skikkaðum serfrøðingum, verður avleiðingin sjálvandi eitt nógv størri virksemi í føroyska heilsuverkinum, tí tørvur verður á at økja talið av sjúkrarøktarfrøðingum, bioanalytikarum, skrivarum og fleiri øðrum starvsgreinum við. 

Læknafelag Føroya heldur at hetta er rætti vegurin at ganga, um vit skulu tryggja føroyingum eitt tíðarhóskandi heilsuverk.

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, røddi um ”Framtíðar Sjúkrahúsverk Føroya”

Jákup kundi ikki koma á fundin, men hevði skrivað røðuna, sum varð lisin upp á fundinum og viðgjørd í bólkum aftaná.  Røða Jákups var hendan: 

Eg havi valt bert at tikið 4 punkt upp:
Rekruttering
Eftirlit og góðkenning av verki, kanning og viðgerð
Funktiónir
Samstarv við útlendskt sjúkrahús

Ad 1:
Gongdin í framkomnum londum er miðsavning av kanning og viðgerð. Í Føroyum verður farið øvugta vegin. Tað verður kallað heimtøkur av kanning og viðgerð og vit vita væl, at sæð frá einum læknafrøðiligum sjónarmiði, so hevði tað ofta verið betri, at funktiónin lá í eini størri sjúkrahúdeild uttanlanda. Hinvegin fær sjúkrahúsdeildin hækkað játtanina um heimtøka fer fram. So her gongur væl ofta peningur framum sjúklingin.

Gongdin innan føroyska sjúkrahúsverkið hevur sostatt bæði so og so verið merkt av miðspjaðing av kanning og viðgerð, meðan okkara grannalond hava miðsavnað ógvusliga. Millum annað er hetta orsøk til, at tað nærum er ómøguligt hjá okkum at fáa serlæknar at støðast í Føroyum. Hetta er nokk galdandi fyri øll 3 sjúkrahúsini.

Ein fyrisitingarlig miðsavnan av verkinum kann sjálvandi hjálpa nakað uppá henda trupulleika, men tað eigur at verða grundað á eitt greitt endamál. Og tað er, at finnast má ein óheftur heilsufrøðiligur mynduleiki,  sum hevur eftirlit við og mynduleika til, at góðkenna ella mæla frá tí kanning og viðgerð, sum fer fram í føroyska sjúkrahúsverkinum og kann koma við einum tilmæli um, hvussu vit innrætta okkum havandi dygd og trygd hjá sjúklinginum sum fyrstu raðfesting.

Men vit hava ongan tílíkan í Føroyum. Vit kundu heitt á Sosialstyrelsen í Svøríki, Helsedirektoratet í Noregi ella Sundhedsstyrelsen í Danmark. Men tað er ikki politiskur vilji til tess, tí so missa politikarar stóra møguleikan, teir higartil hava havt at (mis)brúka verkið við persónligum politiskum endamáli í huga. Sostatt ógvast ofta serlæknar, sum koma uttanífrá, tá teir síggja óskilið og harafturat verða settir til at taka sær av uppgávum, sum fella langt uttanfyri teirra subspesiali. Hetta fær teir ofta til at stinga í sekkin.

Ad 2:
Í Føroyum ber til at skurðviðgera sjúklingar í garaguni og hava viðrakning í hjallinum. Tað er onki eftirlit og ongin heilsufrøðiligur mynduleiki, sum skal góðkenna nakað sum helst innan sjúkrahúsverkið. Tað ber soleiðis til, at hava sjúklingar postoperativt  í viðrakning í hjallinum omaná grindatunnunum og reypa av, hvussu góð ventilatiónin er, serliga tá hann er høgur í ættini – ongin leggur í.

Hetta hevði sjálvandi ikki gingið, um tað var eitt flakavirki, matvøruhandlil, frystigoymsla o.s.fr. Her eru strong krøv fyri at verja brúkaran.  Men á sjúkrahúsunum eru ongi krøv.

Sostatt er sjúklingatrygd í Føroyum ikki eksisterandi. Spurningurin er, um vit sum læknar kunnu liva við hesum. Svarið er sjálvandi nei.
Vit mugu ongantíð ov skjótt fáa politikarar at seta í verk óheft eftirlit og góðkenning av øllum verkinum, eisini av sjálvum bygningunum, innrætting, deildum, installatiónum o.s.fr.

Sjálvandi hava vit sum læknar áhuga í hesum og sjálvandi unna vit sjúklingunum henda tryggleika. Tað kann vera, at tað sum politikari verður torførari at vinna atkvøður við at spjaða funktiónir út á øll sjúkrahúsini. Men tað kunnu vit sum læknar saktans liva við.

Um politiski mynduleikin kann styðja seg á óheft heilsufrøðiligt tilmæli, fara argumentini “serkunnleikin sigur” eisini at viga munandi meira enn nú. Tað verður minni at klandrast  um, tá óheftur heilsufrøðiligur stovnur stendur aftanfyri  tilmælum, enn tá tað eru karismatiskir yvirlæknar, sum hava yvirbevíst politikarin um eitt ella annað og fáa hann at siga “serkunnleikin sigur”.

Sum læknar fáa vit eisini størri tyngd í okkara argumentatión, um vit kunnu stiðja okkum á kanningar og tilmælir frá óheftum (føroyskum) heilsufrøðiligum mynduleika. Eg havi spurt Sundhedsstyrelsen, um tey kunnu taka sær av hesum og laga tað til føroysk viðurskifti og tað hava tey onki ímóti. Heinvegin vilja tey sjálvandi hava, at tað eru politikarar, sum biðja um tað. Higartil hava heilsumálaráharrar ikki viljað tikið av.

Ad 3:
Tað verður áhaldandi sagt (eisini frá politiskari síðu), at politisk støða skal takast til, á hvørjum sjúkrahúsi ymiskar funktiónir skulu liggja.

Fyri nøkrum árum síðani varð tikið alment upp, at tað var burturvið at hava ortopedi bæði í Klaksvík og Havn. Táverandi landsstýrismaðurin setti sær fyri at taka støðu í málinum.

Eftir drúgva kanning og umhugsan varð niðurstøðan tann, at best var at hava ortopedi á øllum 3 sjúkrahúsum. Í hesum sambandi varð eykajáttan givin til Suðuroyar Sjúkrahús, so hóskandi ortopedisk skurðstova kundi byggjast.

Seinastu árini er so aftur kyknað upp orðaskift um, at landsstýrismaðurin eigur at taka støðu til á hvørjum sjúkrahúsi urologiin skal liggja. 

Eg var í hvussu er ikki bilsin, tá landsstýrismaðurin kom til ta niðurstøðu, at urologiin skal liggja á øllum 3 sjúkrahúsunum. Mín niðurstøða er í hvussu er púra greið. Avgerðin er tikin so, at politikarin kann fáa persónligan vinning í atkvøðum. Hon er ikki tikin fyri at Palliba skal fáa eina vælvirkandi, dygga og trygga urologiska kanning og viðgerð.

So alt tos um funktiónir og samstarv endar nú eins og áður í persónligum vinningi fyri ávísar politikarar, ávís starvsfólk ella bólkar av starvsfólkum.

Sjúkrahús og deildir fáa boð úr Heilsumálaráðnum hvør og hvar visitatión skal fara fram. Visitatión verður í ávísum førum flytt av landinum til ávísan persón. Sjúkrasystrar fremja læknaligt arbeiði, sokallað delegerin, og hava backup til ávísan persón í øðrum landi. Landsstýrismaðurin situr við endan av borðinum undir samráðingum millum starvsfólk í sjúkrahúsverkinum og kemur við almennum viðmerkingum um nevndar persónar í verkinum. Stendur fyri og játtar umbyggingar á sjúkrahúsi. Noktar fyri heilsufrøðiligari góðkenning og góðkennir tað bert sjálvur.

Tí er alneyðugt, at vit fáa óheftan heilsufrøðiligan mynduleika inn ímillum politikarar og starvsfólk/sjúkrahús, sum eftir kanning, eftirliti, góðkenning og við álítandi hagtølum, kann koma við tilmælum, sum partarnir hava lættari við at taka undir við og sum gevur sjúklingunum ta trygd og dygd, teir hava rætt til.

Ad 4:
Tað er púra burturvið, sum mannagongdin nú  í alt fleiri førum er, at fyrisitingar taka sær av at finna hóskandi læknar til sjúkrahúsini.

Fyrisitingar styðja seg í stóran mun á CV, sum í veruleikanum sigur rættiliga lítið um, hvussu hesin læknin kemur at virka í føroyska sjúkrahúsverkinum. Rekruttering og eftirútbúgving eigur at liggja hjá serlæknunum í verkinum.

Fyrisitingarnar taka sær ofta av hesum læknaarbeiði, tí læknarnir hava “givið upp” orsaka av undirmanning og yvirarbeiði og ynskja at sleppa frá tíðarkrevjandi og trupla arbeiðinum við rekruttering.

Loysnin er tó ikki at senda apuna longur upp, men heldur at fáa eitt dygt samarbeiði við eitt rímiliga stórt meginsjúkrahús í okkara grannalondum.  Eitt samstarv har útlendska meginsjúkrahúsið átekur sær munandi fyrisitingarligar-, útbúgvingarligar- og rekrutteringsspurningar. Har tað verður felags planlegging av fleiri kanningar- og viðgerðarøkjum og har starvsfólk í ávísan mun ferðast ímillum bæði við atliti til arbeiði, útbúgving og eftirútbúgving.

Tað er umráðandi, at tað eru læknar, sum standa fyri hesi tilgongd og koma við tilmæli um, hvussu farast skal fram. Annars kemur tað ikki at eydnast.

Niðurstøðurnar av bólkaarbeiðunum um spurningin: ”Hvussu vit hava optimalan rakstur av  sjúkrahúsverkinum, givið 3 sjúkrahús, sum lógin sigur?”

Bólkur A 
Vit tosaðu eitt sindur aftur og fram um, hvat skuldi vera á teimum ymsu sjúkrahúsunum úti  á smástøðunum. Hjá okkum fall prátið mest inn á, hvat ikki skuldi verið.

Niðurstøðan hjá okkum var, at viðgerð, ið kravdi nógva tekniska útgerð, varð frámælt á teimum smærru sjúkrahúsunum.

Høvuðsorsøkin til hetta er, at tey tól, sum verða brúkt, skulu útskiftast við  jøvnum millumbilum. Um dýr tøknilogi verður á teimum smáu sjúkrahúsunum eisini, koma hesi tól ikki at verða nýtt til fulnar, sum aftur kemur at viðføra at, tá ið neyðug útskifting skal gerast, verður ikki ráð til hetta.

Harafturat bleiv frámælt, at akuttir sjúklingar verða innlagdir á tey smáu sjúkrahúsini, og kanska serliga traumasjúklingar av tí, at sufficientur diagnostikkur ikki ber til uttan hátøknologi, kanska serliga CT-scannara. Harafturímóti er meira rímiligt, at endurvenjing og eftirviðgerð fer fram á teimum smærru sjúkrahúsunum, hetta av tí, at hetta krevur ikki so umfatandi tøknologi, men harafturímóti krevur hetta rættiliga nógv starvsfólk.

Bólkur B
Til viðgerðar var spurningurin, hvønn leiklut tey trý føroysku sjúkrahúsini skulu hava í einum framtíðar sjúkrahusverki.

Fyrst tann viðmerking, at skotbráið var stutt, minni enn hálvan tíma. Tað gjørdist mest ein “brainstormur”. Hetta hugsi eg, bólkurin var rímiliga samdur um:

1. Ikki er neyðugt við vakttilbúgving við skurðlækna- og narkosulæknatænastu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Stutta frástøðan til Landssjúkrahúsið og ein uppkvalifisering av kommunulæknatænastuni saman við eini vælvirkandi skaðastovu á KS, hevði givið eina forsvarliga tænastu. 
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann metast, at tørvur er á skurðlækna- og narkosutænastu í vaktini. Við manningartroti í periodum á KS í huga, er spurningurin, um ikki ein góð tyrlutænasta saman við uppkvalifisering av kommunulæknatænastuni og einari útbygdari skaðastovu kann nøkta tørvin.
Traumatiseraðir sjúklingar eiga sum prinsipp sum skjótast, t.v.s. oftast beinleiðis at verða fluttir á Landssjúkrahúsið, har neyðugu kanningartólini og spesialini eru til handfaring av hesum sjúklingabólki.
2. Greinspesialini urologi og ortopedi eiga at verða savnað á einum staði - Landssjúkrahúsinum. 
At hava urologiina miðsavnaða eigur at geva ein meiri rationellan rakstur og  eigur eisini við atliti til vaktbyrðu og viðgerð av komplikatiónum at vera ein fyrimunur.
At miðsavna ortopediina á Landssjúkrahúsinum - væl at merkja, um sjúkrahúsið verður gearað til tess - hevði væntandi loyst ein tíðandi trupulleika har, nevnliga ta órímiligu vaktbyrðuna innan spesialið. Hendan man saman við skerdu operatiónstíðini á skurðgongini - bert einum operatiónsdegi um vikuna - medvirka til, at serlæknarnir ikki í longdini trívast har.  
3. Fokus var á funktiónini á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum. Serliga á skerdu tillutaðu tíðini hjá ortopedunum har. Hetta er eitt dømi um, at tann kapasitetur, sum er á skurðgongini, ikki verður brúktur. So at skilja, at tað trýtur ikki við spesialum á Landssjúkrahúsinum, ið ynskja tíð á skurðgongini. Trupulleikin er, at skurðgongin viðv. hjálparfólki  til servisering av mongu spesialunum ikki er hóskandi mannað.  
Tað er tí greitt, at skulu bæði tey nevndu spesialini miðsavnast á Landssjúkrahúsinum, er neyðugt við tíðandi útbygging av funktiónum, ikki bert á skurðgongini.
Hvørjar funktiónir skulu tá vera á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsi? Bólkurin metir kanningar og viðgerðir, ið við atliti til teknologi og vaktarbeiði eru minni krevjandi. Sum dømi um slíka varð nevnt rehabilitering. 

Fyri egna rokning loyvi eg mær ta viðmerking, at viðv. júst spesialunum ortopedi og urologi hevði verið illa statt, um vit kommunulæknar ikki høvdu Klaksvíkar Sjúkrahús at vísa til.

Hetta fær ein at hugsa um góðskuna á samlaða kanningar- og viðgerðartólinum, ið føroyska heilsuverkið er. Eitt hugtak í hesum høpi er bíðitíðir. Hvat man samlaði kostnaðurin av bíðing í føroyska heilsuverkinum vera?  Ikki bert í mistari heilsu, men eisini í sjúkraskrivingum og øðrum mistum peningi?

Ongin er førur fyri at svara hesum spurningi.  Hann er relevantur m. a. í umrøðuni av einum framtíðar føroyskum heilsuverki. Tað er dýrt at reka smá sjúkrahús. Tað er eisini dýrt at hava eitt høvuðssjúkrahús við eini skurðgongd, ið koyrir við hálvari ferð.

Bíðitíðir, ið ikki minst eru á Landsjúkrahúsinum, kosta. Rokningina gjalda sjúklingarnir og Almannaverkið.
Loyvi mær ta meting, at í hesum høpi er ov vánaligt samband  ímillum Heilsumálaráðið og Almannaverkið. Nevndu bíðitíðir og blint aksepteraðar sjúkraskrivingar í hópatali eru dømi um hetta. Ov langar bíðitíðir eru eisini ein ábending um,  at samlaða heilsuverkið hongur ikki nóg væl saman. Samstarvið ímillum primera og sekundera sektorin er ikki nóg gott og effektivt. Samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini er ov vánaligt. Dupultfunktiónir er bert eitt av fleiri dømum um hetta.

Samlaða úrslitið er, at ferðin hjá sjúklingum í samlaða heilsuverkinum gerst ov drúgv, ov ósmidlig og ov dýr. 

Nevni hetta fyri at gera vart við, at brúk er fyri ábótum á nógvum økjum innan føroyska heilsuverkið. 
Tað er naivt at trúgva, at ein niðurlaging av teimum smáu sjúkrahúsunum í sjálvum sær, loysir allar trupulleikar. Skal hendan royndin, sum var dagsins spurningur,  eydnast, krevjast stór og skipaði átøk á Landssjúkrahúsinum. 

Yvirskipað eru eisini onnur átøk neyðug. At skipa okkum í føroyska heilsuverkinum við  greiðum uppgávubýti og mannagongdum og við atliti til heildina, eru vit ikki meistarar í.

Bólkur C
1: Hvussu skipa vit okkum best við 3 sjúkrahúsum?

Sum tað allarfyrsta, fyri at fáa savnað kreftirnar innan fyri sjúkrahúsverkið, skulu tey 3 sjúkrahúsini skipast undir eina leiðslu. Læknar sum verða settir, verða ikki settir á antin Landsjúkrahúsinum (LS), Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) ella Suðuroyar Sjúkrahús(SS), teir verða settir í Sjúkrahúsverki Føroya.

KS: Eftir at tað er vorðið landfast við Klaksvíkina, er tað ikki longur neyðugt at hava eina akutta móttøku har. Tí øll við lívshættisligum skaða ella sjúku, skulu allíkavæl beinleiðis til LS, har tey neyðugu háteknologisku tólini og serkunnleikin er. At fara forbí skaðastovuna á KS er oftast bert ein óneyðug seinking. Í staðin fyri skal tað heldur vera ein læknasjúkrabilur, so tað kundi verið gjørligt at stabilisera og byrja evt. viðgerð á veg til Havnar. KS skuldi varðveitt tær báðar seingjardeildirnar A og M, eina skurðdeild og eina medicinska deild, men tað skuldi primert verið til endurvenjing. Endurvenjing eftir apopleksi og eftir ymsum skurðviðgerðum, har tað er neyðugt. Umframt hetta eisini viðgerð av diagnostiskt avkláraðum og stabilum sjúklingum. 
Hetta hevði givið meira seingjarpláss á LS til teir meira akuttu og kompliceraðu sjúklingarnar. 

Lækni frá skurðdeild og med. deild vildu gingið stovugongd nakrar ferðir um vikuna, væntandi ikki neyðugt við stovugongd hvønn dag.

Umhugsast kundi, at gjørt ta verandi skaðastovuna á KS um til vaktlæknamóttøku, sum skal passast av kommunulæknum, sum eisini kunnu meta um evt. akuttar trupulleikar við teimum innløgdu sjúklingunum og skipað fyri evt. yvirflyting til LS. Ein vaktlæknamóttøka norðanfjørðs vildi eisini verið ein góð tænasta, vildi lætt um trýstið í læknavaktini í Havn og hevði bert kravt ein eyka kommunulækna í vakt.

Tað skuldi framvegis verið gjørligt at tikið rtg. myndir og blóðroyndir á sjúkrahúsinum, men tað er ikki neyðugt, at tað er ein vaktfunktión.

SS: Á Suðuroynni síggja vit fyri okkum, at tað má vera ein akutt móttøka og møguleiki at innleggja sjúklingar til observatión og viðgerð av relativum ókompliceraðum sjúkum, tí annars hevði tyrlutænastan blivið alt ov belastað. Men sum útgangspunkt skal meginparturin av sjúklingunum, sum eru innleggingarkrevjandi, innleggjast á LS.

Sum skipanin er nú, verður akuttmóttøkan passað av royndum forvaktum, og tær síggja eisini sjúklingar, sum verða visiteraðir til meting frá kommunulæknavaktini. Hetta kundið hildið fram.  Við hjálp frá bakvaktum í Havn skuldi forvaktin so visitera sjúklingar antin akutt við tyrluni til LS, subakutt við Smyrli, ella leggja inn til observatión á eini observatiónsdeild á sjúkrahúsinum. Einklar viðgerðir, sum bert krevja stutta innleggjan, kundu eisini farið fram á hesi deildini, t.d. iv. antibiotika til ókompliceraðar infektiónir, vætuviðgerð til dehydratio, o.s.fr. Blóðroyndir og rtg. myndir áttu at verið gjørligt at tikið í vaktini eisini.

LS: Landsjúkrahúsið skal framhaldandi vera meginsjúkrahúsið, har øll útreiðan og viðgerð av sjúkum, sum krevja háteknologisk tól og serkunnleika, skal ganga fyri seg. Eisini allar skurðviðgerðir. Vit síggja ikki nakra meining í, at skurðviðgerðir skulu verða býttar út á tey smærru sjúkrahúsini. Heldur miðsavna arbeiðsorkuna og tólini á einum stað, so tey ikki standa óbrúkt stórar partar av árinum.

Og enn einaferð undirstrika, at tað er neyðugt við einari felags leiðslu, so vit hava eitt sterkt sjúkrahús á 3 matriklum. 
Bólkur D
Bólkurin  hevur viðgjørt spurningin um tey trý sjúkrahúsini í Føroyum og kom til ta greiðu niðurstøðu, at í so lítlum landi er bert grundarlag fyri at hava eitt sjúkrahús, og tað sjúkrahúsið skal vera Landssjúkrahúsið, sum so eigur at fáa neyðuga útbygging og umbygging til at nøkta tørvin.

Hetta er læknafakligt einasti háttur at gagnnýta læknaligan serkunnleika á besta hátt, eisini tá fíggjarligt atlit skal takast. Og ikki minst er hetta nógv tann tryggasta loysnin fyri sjúklingin.

Sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri eiga at fáa annað heiti enn sjúkrahús. Tað kundi verið endurvenjingarmiðdepil, útistova, røktarheim, ávegisheim fyri liðugviðtgjørdar sjúklingar, sum bíða eftir røktarheimsplássi o.s.fr.

Nógv ymiskt ikki bráðneyðugt ambulant virksemi kann fara fram har.

Í Suðri má vera ein bráðfengismóttøka, har neyðug viðgerð kann gevast til sjúklingur kann verða fluttur til Landssjúkrahúsið. Somuleiðis má vanligt skaðastovuarbeiði gerast har.

Í Klaksvík skal sjúklingur við bráðtørvi flytast til Landssjúkrahúsið sum skjótast. 

Væl útbúgvin ambulansustarvsfólk skulu vera  tøk í Klaksvík, á Tvøroyri og á Landssjúkrahúsinum.

Bæði støð arbeiða saman við læknavaktini á Landssjúkrahúsinum um at taka sær av bráðneyðugum kommunulæknaarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Á henda hátt ber til at bygningarnir í Klaksvík og á Tvøroyri kunnu verða nýttir innan heilsuøkið, uttan at taka óráð fyri, so at allar størri skurðviðgerðir fara fram í so tryggum karmum, sum til ber. 
Somuleiðis kunnu arbeiðspláss verða varðveitt har.

Bjarni av Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum røddi um rekruttering av læknum til føroyska heilsuverkið. Ein samanumtøka av tí, sum Bjarni segði, er her: 

Á Medisinska deplinum varð ein rekrutteringsætlan løgd fyri 6 árum síðani. Orsøkin var sjálvandi tørvur á speciallæknum, men eisini í ein stóran mun yngri læknum vegna ringa umtalu. Í høvuðsheitum varð tískil løgd ein rekrutteringsætlan av:

1. Yngri læknum. Hetta var í samstarv við útbúgvingarskipanina
- núverandi KBU-skipan.
2. Rekruttering av læknum undir útbúgving. Hetta varð serliga gjørt við at bjóða styttri og longri vikariatir undir útbúgving.
3. Rekruttering av serlæknum. Her varð serliga hugsað um nýklaktar serlæknar, sum aspireraðu til yvirlæknastørv, tað varð løgd ein ætlan saman við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum  um fígging til nýnormeringar.

Hvussu:

1. Politiska skipanin við Heilsumálaráðnum varð kunnað um ætlanina og serliga um langtsigtaða strategi. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum við serliga læknastjóra var aktivt við til at seta nýggjar yvirlæknar. Fyri at manna serøkini kundi ein tonkjast at verða settur á Landssjúkrahúsinum við føstum tilknýti til eitt annað hospital í Danmark t.d. loysnin kundi vera 3 vikur á LS og 1 viku á øðrum hospitali.
2. Menna serøkið, áðrenn serlækni varð settur. Hetta var ofta ein kombinatión av serlækna undir útbúgving. Vikariat varð bjóðað javnan, so serlæknin undir útbúgving kundi skipa ambulatorii og deildir. Tí varð eisini rekrutterað specialsjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og onnur starvsfók.
3. Tað varð gjørt greitt, hvussu arbeiðsviðurskiftini vóru. Serliga viðvíkjandi vaktbyrðu, sum ofta er tyngjandi, um ein er einsamallur. Vaktbyrðan á Medisinska deplinum er tí býtt út millum serlæknar innan Intern Medisinska økið.

Í ein vissan mun hevur hetta eydnast. Nú venda fleiri serlæknar aftur, sum hava verið í specialisering innan Intern Medisinka økið. Fleiri serøkir verða sett við serlækna í 2016 og 2017 og nynormeringar framdar. Ein serliga stóran týdning hevur granskingin havt. 4 Phd. verkætlanir eru á Medisinska økinum (ein hevur staðið Phd. í 2014). Ílegusavnið er nátturligur samstarvspartnari og nýggja avtalan vid Fróðskaparsetur Føroya gevur enn fleiri møguleikar.

Framtíðin
Omanfyrinevndi leistur heldur fram, men skal supplerast við øðrum tiltøkum. Frá Medisinska deplinum er avgjørt at fara at royna at:

1. Fanga serlæknar í "flugtini". Tað skal syrgjast fyri gódum arbeiðsumstøðum. Hervið meinast fakliga, men eisini at starvsfólkið eru vælútbúgvin og kunnu supplera sína vitan leypandi.
2. Center til Center avtalur er ein møguleiki, tá ið eingin serfrøðingur er. Eisini ber til fyri eina tíð at stuðla funktiónini í neyð (í løtuni Røntgen deild).
3. Fokusuppihald er eisini ein møguleiki, sum hevur verið nýttur sporadiskt. Hetta hevur tí givið úrslit við tveimum serlæknum innan týðandi Medisinsk øki. Ein átti at roynt hetta meira systematisk. T.v.s. bjóða yngri læknum undir útbúgving vikariat í specialinum.
4. Rekruttera longu tá læknar eru undir lesnaði. Vit vita, at fleiri læknalesandi gera stórar verkætlanir og Phd. Tískil er nærum neyðugt at seta seg í samband við hesi 100 føroysku læknalesandi, soleiðis at tey síggja møguleikan at venda aftur til føroyska heilsuverkið.
5. Síðani er neyðugt at hyggja eftir hjúnafelaga viðvíkjandi arbeiði, børnunum viðvíkjandi barnaansing, løn- og pensiónsviðurskifti og íbuð. Áður var møguleiki hjá serlæknum/yvirlæknum at fáa íbúð til ein sjálvur hevði bygt sær hús. Hesin møguleikin er við at vera horvin, nú allar ognir eru um at vera seldar.

Annað bólkaarbeiðið var um ”Hvussu vit rekruterað læknar til føroyska heilsuverkið”. Bólkarnir løgdu fram soljóðandi bólkaniðurstøður: 

Bólkur E
Til tess at rekruttera læknar til Føroyar er neyðugt at arbeiða miðvíst við hesum. Rekruttering er breitt fjøltáttað evnið, vit valdu at fyrihalda okkum yvirskipaði, men við støði í núverandi heilsuverki.

Sáttmálar: Mann er noyddur at virða sáttmálar. Arbeiðstakari skal sleppa at avspáka tað, tey hava krav uppá og er hetta ikki møguligt, skal yvirtíðin útgjaldast og ikki afturhaldast. Setanarviðurskifti skulu vera greið og skal m.a. kunnast um, at ein skal hava verið settur í 10 ár fyri at fáa pensjón sum tænastumaður og at pensjón annars ikki kann flytast av landinum, men skal inngjaldst til pensjónsveitara í Føroyum og at inngjaldið verður skattað við 40%.
Sáttmálar skulu verða sendir arbeiðstakara til undirskrivingar, áðrenn tey eru ætlað at byrja í starvi. 
Starvslýsing: Allar umsóknir skulu fáa svar – eisini tey, sum ikki verða sett í lýsta starvið.
Fjølmiðlar: Vísandi til spurnakanning millum føroysku læknalesandi er staðfest, at hvat ”image” heilsuverkið hevur, ikki er líkamikið. Ein yvirvág av teim vóru sinnaði at velja møgulleikan at virka í Føroyum frá, vegna vánaliga inntrykkið, tey hava fingið av heilsuverkinum gjøgnum fjølmiðlarnar. Fleiri av somu spurdu hugsaðu, at tey kundu valt øðrvísi, um ikki støðan tóktist so ring, sum hon ger í løtuni.
Samband: Fyri at fáa læknar at hugsa um at velja føroyska heilsuverkið sum sína starvsleið, er neyðugt at knýta samband milllum heilsuverk og lækna. Hetta kann gerast á fleiri stigum. Mann kann bjóða lesandi styttri og longri uppihald á deildunum, kanska við tíðini eisini fara undir at bjóða partar av klinisku útbúgvingini at fara fram á LS. Týdningarmikið er at fáa nógvar yngri læknar eksponeraðar fyri Føroyum helst bæði í KBU-størvum og í introstørvum. Vit meta, at jú størri tilknýtið, tess størri er møguleikin fyri, at læknin endar aftur í Føroyum eftir lokna serlæknaútbýgving. Eisini kann mann kanna møgulleikan fyri at keypa lækna leysan, ið er undir serlæknaútbúgving, heim til Føroya at starvast í styttri tíðarskeið fyri at rekruttera.
Arbeiðsumstøður: Hóskandi tal av starvsfeløgum til tess at vaktarbyrðan ikki gerst ov stór. Fyri skurðlæknar, uppnormering av skurðlinjum soleiðis, at allir skurðlæknar hava minst 2 skurðdagar um vikuna. Fyri nútíðarskurðlæknar er minni enn tað, ov lítið. Millumvaktslag á skurðdeildini fyri at virka sum skott millum óroyndu forvaktirnar og serlæknarnar. Hetta vil bæði føra við sær, at vaktarbyrðan hjá serlæknunum minkar og haraftrat vil hetta eksponerað fleiri yngri læknar fyri sjúkrahúsverkinum í longri tíð enn við verandi skipan, sum vil vera við til at økja um sannlíkindini fyri, at onkur velur at koma aftur til Føroya at starvast sum serlækni eftir lokna útbúgving.
Betong: Tað er sera umráðandi, at fysisku karmarnir eru í lagi. Sum er, er trongligt á ambulatoriigongini á skurðdeildini og á bæði skurð og medisinska deplinum liggja nógvir sjúklingar á gongini. Á ambulatoriigongini er við verandi manning til tíðir so trongt, at viðhvørt mugu tveir læknar deilast um somu stovu. 

Bólkur F
Biðja útbúgvingarnevndina fara í samráðingar við Uddannelsesudvalget region Øst um at disponera yvir fleiri av KBU størvunum. (Sum nú er, disponera vit ikki yvir KBU størvunum; vit kunna tó bjóða læknum uttan fyri donsku skipanini KBU “ ad hoc” klassificerað). 

Gera tað attraktivt at taka introstarv í Føroyum. T.v.s. hava størv, sum geva møguleika fyri at “snúsa” til tað spesialið, sum ein hugsar um.

Undir útbúgving til spesiallækna, kunna taka styttri ella longri uppihald á okkara deildum, sum er merittterandi, t.v.s. ikki leingir um tíðina ella telur niður í útbúgvingini. Evt. serstaka lønarpulju til hetta.

Í samstarv við Universitetshospitalini gera forløb, t.d. PhD størv á okkara deildum. 

Halda eyga við studentunum, tá teir koma fram við deildunum í praktikk. Bjóða teimum stud. med. starv í summarferium, gjarna sum subnormeraði. Evt. serstaka lønarpulju til hetta.

Geva okkara núverandi serlæknum avloysara, tá teir eru burtur í feriu/avspákan. Eisini geva møguleika fyri endurútbúgving á Universitetsdeildum fyri styttri tíðarskeið.

Stóru spesialini (medicin, kirurgi og psykiatri ) mugu eisini reklamera fyri lítlu spesialunum. Okkum tørvar læknar í øllum spesialum.

Biðja Heilsumálaráðið um at skipa heilsudeplarnar, so yngri læknar í almen praksis vita, hvar teirra praksis fer at vera!

Bólkur G
Serlæknar í Almen Medicin (Kommunulæknar).
Síðani vaktskipanin varð broytt  við vakthavandi lækna á LS og ”bakvakt”, eru vaktviðurskiftini avgerandi broytt. Við 7-skifti vakt, tykist áhugin fyri at útbúgva seg til kommunulækna stórur. Við 10-11 útbúgvingarstørvum  tekur tað sjálvandi nógv ár, áðrenn tørvurin er nøktaður.

Serlæknar til Sjúkrahúsverkið.
Áhugin fyri at søkja serlæknastarv í føroyska sjúkrahúsverkinum tykist minkandi. Hetta rakar í løtuni Landsjúkrahúsið meint. Rtg-deildin og og ortopediska økið eru bestu dømi um hetta. Hendan ónda ringrásin er ein stór hóttan fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

Treytirnar fyri at fáa umsøkjarar, eru nokk ikki so truplar at fáa eyga á:

I. Kappingafør  lønarviðurskifti.
II. Kappingafør arbeiðsviðurskifti.
1. Rímilig vaktviðurskifti  (minimum 3-skifti vakt)
2. Møguleikar fyri nøktandi eftirútbúgving.
3. Møguleikar fyri nøktandi útbúgving av yngri læknum og øðrum starvsfólki.
4. Møguleikar fyri gransking.
5. Møguleiki fyri sáttmálabundnari frítíð og avspáking.

Eitt fyribrigdi, sum ger seg meira og meira galdandi, er subspecialisering innan ymisku grein-specialini. Við nøktandi normering innan ymisku serlæknaøkini, kann ein hugsa sær eina ávísa ”subspecialisering” ella áhugaøki á deildunum. Neyðugt verður tó við konsulentskipan av sub-specialiseraðum  greinspecialistum. Hetta fyri at sleppa undan at senda so nógvar sjúklingar av landinum, og fyri eftirútbúgving av føstu serlæknunum.

Fyri Skurðdepilin má leggjast afturat, at neyðugt er við nøktandi møguleikum fyri arbeiði á skurðgongini. Fyri kirurgisku serlæknarnar er avgerandi neyðugt við passandi skurðtíð. Eisini er neyðugt at endurmanna eina kirurgiska millumvakt.

Nevndu treytir eru generellar, men nokk bert  realistiskar fyri Landssjúkrahúsið. At fáa tey smærru sjúkrahúsini (KS og SS) at passa inn í eitt nútíðar/framtíðar sjúkrahúsverk er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt.

Uppá longri sikti, eiga KS og SS at vera Heilsucentralar fyri lokaløkið. Greinspecialistar út og ser-læknar í almen medicin inn (við neyðugari uppnormering).  Røntgen og laboratorium í dagtíð, sum satelittdeildir frá LS. Endurvenjing fyri medicinskar og kirurgiskar sjúklingar. Hetta krevur nokk eina seingjardeild í døgnfunktión, mannað við sjúkrarøktarfrøðingum, og í dagtíð ergo- og fysioterapeutum  - eisini ambulant. 

Ein lúrandi hóttan móti einum framtíðar sjúkrahúsverki eru lokalpolitisku ynskini um at leggja serlæknaøkið út á KS og SS. At hava læknar í døgnfunktión á trimum sjúkrahúsum fyri 50.000 íbúgvum, er neyvan nakað Læknafelag Føroya kann ganga inn fyri.

Komandi broytingar koma ikki eftir einum ella 5 árum. Tað, sum er meira áhugavert er, hvussu sær út um 10 ella 20 ár?

Byrjað kundi verðið við KS, og um tað fungerar, so seinni SS.

Bólkur H
Hvussu fáa vit best læknar at støðast í Føroyum?

Tað er týdningarmikið at skapa samband við okkara framtíðar læknar so tíðliga sum gjørligt, longu frá læknalesnaðinum. Sum nú er, verður árliga hildin ein fundur við føroysk læknalesandi, har tað verður greitt frá virkseminum á LS og eggjað til at søkja vikariat her, eisini í lesnaðartíðini. Hetta er eitt gott intiativ og tað vísir eisini, at áhugin fyri at arbeiða í Føroyum er til staðar

KBU (klinisk basisuddannelse) er fyrsta stigið í læknaútbúgvingini eftir lesnaðin. Fleiri finna her longu útav, hvør sergrein hevur teirra áhuga. Tí er tað í okkara áhuga, at føroyingar taka teirra KBU her í Føroyum. Tað er sum so ikki nakar trupulleiki at fá KBU læknar hendanvegin, tvørturímóti er tað so mikið populert, at flestu plássini oftast verða tikin av donskum læknum, sum so bert eru í Føroyum tað eina árið og oftast ikki koma aftur. Vit hava tosað um at finna eina loysn í samstarvi við Sundhedsstyrelsen at fáa møguleikan at upprætta eyka KBU størv, um tað eru føroyingar, sum ynskja at taka hetta árið í Føroyum. Tí um teir byrja sítt arbeiðslív uttanlanda, minkar tað um sannlíkindi fyri, at teir koma hendanvegin aftur. 

Tað er eisini týdningarmikið, at vit hava møguleika at upprætta fleiri introstørv innan ymsar sergreinar her, umframt skapa møguleika fyri, at partur av útbúgvingini til serlækna kann gerast her. Hetta krevur tó vælskipaði viðurskifti á sjúkrahúsinum og fyrst og fremst, at tað eru nokk av serlæknum at vegleiða og útbúgva hesi fólkini. 

Og tað er hetta, sum er tann stóri trupulleikin, ov fáir serlæknar. Hvussu kann man so loysa tann trupulleikan og gera tað attraktivt at søkja hendanvegin sum serlækni. Tað eru fleiri ting, sum mugu rættast. Tað mugu vera menniskjasligar arbeiðsumstøður. Til tær stóru sergreinarnar er ikki nokk at fáa ein serlækna, tí so sær man fram til at hava vakt minst helvtina av árinum, umframt eina alt ov stóra arbeiðs- og ábyrgdarbyrðu, og tað góðtekur eingin longur. Hetta kundi kanska verðið loyst við at søkt eftir fleiri ísenn. Samstundis skuldi tað verið garanti fyri, at fulltíðar sjúkrarrøktarfrøðingur og skrivari fylgdu við, og vit kundu tikið intiativ til at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingin til júst hesa sergrein. 

Fleiri stúra kanska fyri at søkja til Føroyar, tí tað er so isolerað og færri møguleikar fyri at menna seg fakliga. Ein ótti fyri at stegða upp. Vit tosaðu um, at man kundi gjørt tað til eitt sáttmálasett krav at serlæknar í Sjúkrahúsverkið Føroya, skulu hava arbeiðsuppihald á specialiseraðum deildum í útlandinum minst 2 vikur árliga ella 1 mánaða 2. hvørt ár. Hetta vildi uttan iva gjørt tað meira attraktivt, at verið her og hevði ikki kostað nógv. Umframt at tað hevði givið betri læknagóðsku. 

Og fyri at hetta kann lata seg gera, má sjálvandi meira fígging til.

Vit halda, at viljin til at arbeiða í Føroyum er til staðar. Men tað krevur nakrar politiskar uppraðfestingar og bygnaðarbroytingar til fyri at venda tí ónda spiralinum, vit eru í, sum nú er.

Bólkur I
Málið varð viðgjørt í mun til,  hvar læknarnir eru á teirri lívsleið,  KBU, Introduktión o.s.v.

KBU (klinisk basis útbúgving): Neyðugt er at setannarmynduleikin og felagið fær samband við tey ungu føroysku læknalesandi, so at tey tíðliga fáa at vita, at  tað er tørvur á og áhugi fyri, at tey koma heima aftur at starvast í tí føroyska heilsuverkinum. Hetta kann gerast á ymsar hættir. Sjúkrahúsleiðslan kann senda fólk til Danmarkar og aðrastaðni á fund við tey læknalesandi, sjúkrahúsini skulu hava samband við tey einstøku læknalesandi og læknalesandifeløgini á ymsan hátt og samskifta við hesi á ymsan hátt. Tey ungu eiga eisini at hava møguleika fyri at fáa avloysarastørv meðan tey lesa, so at áhugin fyri at arbeiða her kann kveikjast. KBU skipanin skal broytast, so at føroyingar fáa framíhjárætt til størvini. Venda umrøðuna av sjúkrahúsunum til tað meiri jaliga og frá tí neiliga, sum hevur stygt tey ungu burtur. Styrkja tann akademiska partin av KBU útbúgvingini.

Introduktiónstarv: Økja um talið á  introduktiónsstørvum, tær sergreinar, sum eru ov smáar (anæstesi, oyru o.s.v.) skulu hava KBU læknar á “fokuseret ophold” einar 14 dagar. Eisini her skal tann akademiski parturin styrkjast. Deildirnar kunnu t.d. hava “cases” liggjandi klárar til at skriva og tey ungu kunnu sleppa upp í part við rættari gransking.

Læknar í útbúgvingarstarvi: Skapa gott samband við læknar í útbúgvingarstarvi, vísa áhuga fyri teimum og teirra “karrieru”, tað verði seg skriftliga og eisini bjóða teimum avloysarastørv, og í tann mun tað ber til at gera tað so, at ein partur av tí ástøðiliga er í Føroyum.

Yvirlæknar – serlæknar: Arbeiðsviðurskiftini skulu gerast betur, tá verður serliga hugsað um vaktarbyrðuna sum er ov tung hjá teimum flestu, arbeiðsumstøðurnar í mun til sergreinina (tól, høli, hjálparfólk). Eftirlønarviðurskiftini mugu broytast, so at man er minni heftur at starvinum og lættari kann flyta. At tað eru møguleikar hjá yvirlæknunum at koma á aðrar sjúkrahúsdeildir uttanlanda at síggja nýtt og menna seg í aðrar mátar.