Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingafelagið í Reykjavík verður 70 ár

Í sambandi við, at Føroyingafelagið í Reykjavík verður 70 ár tann 15. mai, varð hátíðarveitsla hildin leygardagin, 11. mai, og komu meir enn 100 fólk saman til at heiðra felagið.

Veitslustjóri var Árni Johnsen, sum nógvir føroyingar kenna frá íslendskum politikki, og hevur hann verið serligur vinur føroyinga gjøgnum árini og hevur vitjað okkara oyggjar mangar ferðir. Hann hevði nógvar stuttligar frásøgnir frá hesum ferðum sínum.

Serligur hátíðargestur var forseti Íslands, harra Ólafur Ragnar Grímsson, sum helt vakra røðu fyri føroyingum, har hann mintist aftur á síni barnaár, tá føroyingar plagdu at koma við sluppunum í hansara heimbygd á vestfirðunum. Eisini mintist hann á, hvussu skjótir føroyingar hava verið at rætt fram hjálparhond, tá tað hevur staðið á, og her nevndi hann serliga skalvalopini á vestfirðunum í 1995 og eisini tá Ísland varð rakt av kreppuni í 2008, har føroyingar vóru fyrstir til at bjóða seg fram til at hjálpa.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu, mentamálaleiðari, Jákup Simonsen, helt eisini vakra røðu um góða sambandið millum íslendingar og føroyingar gjøgnum árini, bæði í ítrótti og á øðrum økjum og um hvussu væl vit føroyingar kenna okkum millum íslendingar, okkara brøður.

Í sambandi við dagin, heiðraði felagið tríggjar limir, ið hava verið felagnum serliga góðir gjøgnum árini. Hesi trý vóru Mortan Christian Holm úr Porkeri, Árni Gærdbo úr Vági og Sylvia Lockey Gunnarstein úr Skopun.

Orkestrið Reggie Óðins úr Vestmannaoyggjunum kom og spældi tvey løg fyri okkum.

Tá borðhaldið var av, var føroyskur dansur á skránni, og í sambandi við stóra dagin, vóru tríggir dansarar og kvøðarar úr Klaksvíkar dansifelagi komnir yvir at skipa fyri. Hetta eydnaðist sera væl og tóku nógv lut í dansinum.

Síðani var vanligur dansur á skránni, har íslendska orkestrið, Klassík, spældi fyri. Sum siður hevur verið í øllum veitslum hjá felagnum gjøgnum árini, endaði hátíðarhaldið við, at tjóðsangurin varð sungin.