Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar-Georgia 23-21 (14-11)

Føroyska U23 landsliðið hevur hetta vikuskiftið luttikið í Challenge Trophy kapping í Írlandi. Og tað eydnaðist at vinna allar dystirnar og harvið bólkaspælið í bólki A. Við hesum hevur føroyska liðið vunnið sær pláss í finaluni, sum verður í móti vinnaranum av bólki B. Finalan verður í Beograd í seinnu helvt av januar.

Seinasti dysturin var ein rein finala, tí her møttust sterkastu liðini. Føroyar komu framum tíðliga í dystinum við 2-3 málum og hesin munurin helt sær stórt sæð restina av dystinum. Tó togaði Georgia seg nærri, tá ið einir 20 min vóru eftir av dystinum. Hesa løtuna var spenningurin stórur og nógv mistøk vóru gjørd. Eina góða løtu var munurin 1 og 2 mál. Men seinastu 3 minuttirnar gekk aftur betur hjá okkum og sigurin var í hús.

Samanumtikið ein spennandi og undirhaldandi dystur. Til bar at hyggja eftir dystinum beinleiðis á heimasíðuni hjá HSF og tað gjørdu fleiri enn 1200 fólk.

Niklas Reginsson varð valdur til besta leikara hjá føroyska liðnum henda dystin. Hann fekk eisini sama heiðurin í dystinum móti Englandi. Móti Írlandi varð Jóannes Prestá valdur til besta leikara. Harumframt komu Høgni Klein Olsen og Jóhan á Plógv á All Star liðið sum bestu vengur.

Til ber at síggja streamingina av dystinum á www.hsf.fo