Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar vunnu silvur í NM í bridge

Besta úrslit nakrantíð. Føroyska bridgelandsliðið vann silvurheiðurmerki í Norðurlandameistarakappingini, sum var á Hotel Føroym um vikuskifti.  

Longu eftir fyrstu dystirnar sást, at føroyska liðið ikki ætlaði at hita tey niðastu plássini, sum hevur verið tað vanliga higartil.

Við fleiri sigrum og ongum stórum tapi legði føroyska landsliðið seg á 2. plássi tíðliga í kappingini og hildu plássið restina av kappingini. 

Áðrenn seinasta umfar var óvanliga stórur spenningur. Føroyska liðið lá á øðrum plássi, men kundi um illa gekst enda á 5. plássi - næst aftast.

Seinasti dysturin var móti Íslandi, sum longu hevði vunnið kappingina, og úrslitið av tí dystin var javnleikur, so Føroyar fingu ein framúr úrslit.

At vinna silvur í NM er sera gott, tí norðurlendsku londini eru millum heimsins bestu bridgetjóðir.

- Eg græt, tá eg ringdi til konuna, sigur Símun Lassaberg, sum er á landsliðnum saman við Róa á Rógvi Joensen, Boga Simonsen, Magna Jøkladal, Arna Mikkelsen og Balla Mohr. Jacob Røn hevur verið landsliðsvenjari.

Føroyar høvdu eisini kvinnulandslið við, men tey úrslitini hildaðust ikki eins væl. Liðið endaði á síðsta plássi, men høvdu fleiri góðar dystir.

Føroyar vóru fyrstu ferð við í Norðurlandameistarakapping í 1984, men hava ongantíð megnað at vunnið seg longur enn til ein fimta pláss.

- Hetta eggjar okkum so sanniliga til at halda fram. Vit hava gjørt eitt miðvíst arbeiði í tvey ár, og tað er stuttligt at síggja, at nú var úrslitið har, sigur Øssur Winthereig, formaður í Føroya Bridgesambandi.