Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar við í dansk-russisk stjórnarsamstarv

Løgmansskrivstovan luttekur nú mánadagin og týsdagin í Dansk-russisk regeringsråd. Í ráðnum hittast donsk og russisk embætisfólk við jøvnum millumbilum at viðgera ymisk áleikandi mál, harímillum handilsviðurskifti.

Landsstýrið arbeiðir fyri at fáa í lag fríhandilssáttmála við Russland. Nýliga eru Russland, Kasakstan og Hvítarussland gingin saman í Eurasisku tollsamgonguna, og tí krevur ein fríhandilssáttmáli við Russland, at Føroyar gera avtalu við øll trý londini. Umboð fyri Uttanríkistænastuna hava í vár hitt umboð fyri stjórnirnar í Russlandi, Kasakstan og Hvítarussland, og lagt fram ynski hjá landsstýrinum um ein fríhandilssáttmála.

Dansk-russiska stjórnarráðið hittist í vikuni. Við á fundinum vera sendimaðurin í Keypmannahavn og umboð fyri Uttanríkistænastuna, og fara tey at viðgera møguleikarnar fyri einum fríhandilssáttmála við russar.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Føroyski útflutningurin til Russland er vaksandi, og ein fríhandilssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara vinnulív. Vit eiga at nýta tær hurðar ríkisfelagsskapurin kann lata upp og teir fyrimunir felagsskapurin gevur.

At fáa ein fríhandilssáttmáli er ein drúgv tilgongd, og dansk-russiska stjórnarráðið er eitt upplagt forum at fáa glið á tilgongdina. Eisini er ráðið eitt kærkomið høvið at taka upp mál og fáa loyst teir trupulleikar, sum kunnu standa upp við eitt nú russiskar heilsufrøðisligar myndugleikar.”