Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar vertur fyri ársfundinum hjá vísindanevndini í NAMMCO

Í morgun byrjaði ársfundurin hjá NAMMCO vísindanevndini. Fundurin hesuferð er í Føroyum og verður hildin í framsýningarhølunum hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík. 

Granskarar úr NAMMCO limalondunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noreg, saman við eygleiðarum úr Japan og Russlandi, fara í fýra dagar at viðgera støðuna hjá hvali og kópi í Norðurhøvum. Úr Føroyum luttaka Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum og Luis Ridao frá Havstovuni. Á skránni er millum annað ummæli av núverandi kvotum, ið eru ásettar fyri fleiri sløg av hvali og kópi, og viðgerð av stóru felags hvalateljingini í summar.

NAMMCO er norðuratlantiska samstarvsráðið fyri havsúgdjór. Limalondini eru Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg. Vísindanevndin í NAMMCO er mannað við upp til seks vísindafólk úr hvørjum limalandi og hittist eina ferð um árið. Vertskapurin fyri ársfundin á vísindanevndini er uppá skift millum limalondini.