Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar hava í hesi viku verið til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um borgarlig og politisk rættindi, sum hevur verið í gildið fyri Føroyar síðani 1972.

Mannarættindanevndin spurdi millum annað um, hvussu eftirlit á mannarættindaøkinum verður framt í Føroyum. Nevndin var somuleiðis áhugað í at hoyra nærri um ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta á stovn óheft mannarættinda eftirlit í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal kanna og koma við tilmæli um hvussu ein óheft eftirlitseind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin letur eftir ætlan sítt tilmæli úr hondum seinni í ár.

Niðurstøður og tilmæli frá Mannarættindanevndini verða væntandi almannakunngjørd hálvan juli og verða løgd á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Hoyringin fór fram í Geneve á høvuðssætinum hjá hákommiserinum hjá ST fyri mannarættindum. Umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið umboðaði Føroyar til hoyringina.