Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar verða framvegis umboðaðar í Arktiska Ráðnum

Kanada yvirtók í ár formansskapin í Arktiska Ráðnum. Undir undanfarna svenska formansskapinum upplivdu Føroyar, at møguleikarnir hjá føroysku og grønlendsku umboðunum at luttaka í arbeiðinum í ráðnum vóru skerdir, í mun til tað siðvenju, sum hevði verið í frammanundan. Tískil hevur óvissa valdað hvussu fór at verða við umboðanini hjá Føroyum og Grønlandi undir kanadiska formansskapinum. Sum fylgja av hesum boðaði grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond í heyst frá, at Grønland tók seg úr samstarvinum í Arktiska Ráðnum.

Frá føroyskari síðu er gjørt vart við, at landsstýrið kann ikki góðtaka um Føroyar ikki hava møguleika at luttaka á fundum á ráðharra- og embætisstigi, og danska stjórnin hevur verið í samskifti við kanadisku stjórnina um málið.

Kanadiska stjórnin hevur nú boðað frá, hvønn leist hon fer at halda seg til undir formansskapinum komandi tvey árini. Mannagongdin verður tann, at limalondini fáa tillutað tveir sessir við fundarborðið, og í nøkrum førum ein sess. Trygd er fingin fyri, at Føroyar og Grønland altíð kunnu hava umboð við á fundunum, sum partur av sendinevndini fyri Kongaríkið Danmarkar. Mannagongdin verður, at londini í ríkisfelagsskapinum skiftast um at føra orðið, alt eftir hvat mál talan er um og hvørt talan er um yvirtikin málsøki.

Stjórnin í Grønlandi boðaði 19. sept. frá, at Grønland aftur luttekur í samstarvinum í Arktiska Ráðnum, og at kanadiska fráboðanin hevur slóðað fyri hesum.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Samstarvið í Arktiska Ráðnum hevur stóran týdning fyri Føroyar. Hóast ásannast má, at kanadiska fráboðanin ikki gongur øllum okkara ynski á møti, er tað gleðiligt, at tað hevur eydnast at fáa eina rúmliga og smidliga loysn, sum tryggjar, at vit kunnu røkja okkara áhugamál í ráðnum.

Somuleiðis er tað gleðiligt, at Grønland valt aftur at luttaka í arktiska samstarvinum. Tað ber boð um, at tað ber til at finna pragmatiskar loysnir, sum tryggjar áhugamálini hjá øllum londunum í ríkisfelagsskapinum.”