Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar varðveita somu rating

Ratingfyritøkan Moody’s hevur nú tikið endaliga støðu um ratingina av Føroyum. Føroyar varðveita somu rating sum síðstu 2 árini, Aa3 við negativum útlitum. Aa3 er fjórð hægsta rating av 21 møguligum.

Moody’s metir, at føroyski búskapurin er nóg sterkur at standa ímóti tiltøkunum hjá ES, og tí verða Føroyar ikki rataðar niður á hesum sinni. Moody’s vísur á, at makrelurin og sildin longu vera seld á marknaðum uttan fyri ES og tey meta at trýstið á prísin, orsakað av hesum, er avmarkaður. Harafturat eru kvoturnar, sum verða fiskaðar størri enn áður.

Útlitini eru tó framvegis negativ, tí óvissur framhaldandi eru. Óvissa er um ES-sanktiónirnar verða víðkaðar til eisini at fevna um eitt nú laksin. Eisini verður mett at pláss ikki er fyri størri skuld, um so er at inntøkurnar frá fiskivinnuni svíkja, tí Føroyar frammanundan hava undirskot á fíggjarlógini og ikki rokna við yvirskoti fyrr enn í 2016.

Generelt vísir Moody’s á, at um sanktiónirnar mótvegis Føroyum verða meira umfatandi, og um Føroyar ikki megna at fáa hallið burtur á fíggjarlógini, við tí avleiðing at skuldin økist, so fer hetta at seta trýst á ratingina niðureftir. Hinvegin fer ein fíggjarlóg, sum javnvigar bygnaðarliga og ein støðug niðurgjalding av skuld seta trýst á ratingina uppeftir. Eina hækking av ratingini metir Moody’s tó ikki vera sannlíka í løtuni, við óvissuni um ES sanktiónunum.

Til ber at síggja tíðindaskrivið hjá Moody’s á linkinum her: https://www.moodys.com/research/Moodys-confirms-the-Faroe-Islands-Aa3-rating-and-assigns-negative--PR_281913