Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar undirskrivað sáttmála sum forðar óskipaðum fiskiskapi í Íshavi

Dan Klein --- 06.10.2018 - 08:30

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur í dag undirskrivað millumtjóða sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavi.

“Veðurlagsbroytingar og bráðnandi ísur bera í sær, at tað kann gerast møguligt verður at fara undir fiskiskap í Íshavi í framtíðini.  Tí er avgerandi, at londini eru samd um, hvussu ein møguligur fiskiskapur skal skipast . Fyrsta stigið er, at vit í felag tryggja eitt vísindaligt grundarlag at taka útgangsstøði í,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Við sáttmálanum binda Føroyar, saman við Grønlandi, Íslandi, Noregi, USA, Kanada, Russlandi, ES, Kina, Suðurkorea og Japan seg til ikki at fara undir vinnuligan fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavi fyrr enn fiskiveiðifelagsskapur er settur á stovn at umsita fiskiskap í økinum. Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi í 16 ár.

Talan er sostatt um strandarlondini kring Íshavið, og tey, sum í løtuni verða mett millum fáu londini, sum hava hegni og reiðskap at fara undir møguligan fiskiskap í Íshavi.

Í røðu síni í Ilulissat í Grønlandi, har sáttmálin varð undirskrivaður, legði Poul Michelsen dent á týdningin av, at fiskiveiðitjóðir kring heimin taka ábyrgd og vísa varsemi, heldur enn at leypa framav og fara undir óskipaðan fiskiskap.

“Sáttmálin er ein varði í millumtjóða fiskiveiðiumsiting. Millumtjóða samstarv, verja av okkara viðbrekna havumhvørvi og vísindaligar kanningar eru grundarlagið undir burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum í havinum,” segði landsstýrismaðurin millum annað í røðu síni, sum kann lesast her.