Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar til ST-hoyring

Føroyar eru hesa vikuna til ST-hoyring um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Hoyringin er í Palais Wilson, ið er høvuðssæti hjá OHCHR í Genéve.

ST -hoyringin byrjaði í gjár og endar seinnapartin í dag.

Niðurstøðurnar og tilmæli verða væntandi almannakunngjørd í komandi viku.

Sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek er ein av sjey mannarættindasáttmálar hjá ST, sum Føroya løgting hevur samtykt.

Síðan landsstýrið fór undir at lata sjálvstøðugt íkast til ST frágreiðingarnar í 2004, hava Føroyar eisini verið umboðaðar til tær ymsu ST hoyringarnar.

Súsanna Nordendal, Almannamálaráðið, Frida Poulsen, Mentamálaráðið og Margretha Nónklett, uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboða Landsstýrið í Genéve.