Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar til ST-hoyring í sáttmálan um at basa allan mismun vegna rasu (CERD)

Hin 23. og 24. november vóru Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, til hoyring á ST-mannarættindasætinum í Genève í sáttmálanum um at basa allan mismun vegna rasu (International Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination, stytt CERD)

Sáttmálin hevur verið í gildi fyri Føroyar síðani 9. desember 1971, og við jøvnum millumbilum skulu Føroyar, saman við hinum limalondunum, lata inn frágreiðingar og luttaka í hoyringum um støðuna á økinum, ið sáttmálin fevnir um. Seinast, frágreiðing varð latin inn, var í 2018. Tað er Danmarkar Kongsríki, sum sáttmálapartur, ið letur inn frágreiðingar til ST. Føroyar svara fyri seg í sjálvstøðugum parti, tá tað viðvíkur fremjan av skyldum sambært sáttmálunum í føroyskum løgdømi.

Í hoyringini settu sekstan serfrøðingar úr ymiskum limalondum í ST nógvar beinleiðis spurningar bæði til ta donsku sendinevndina, men eisini til ta føroysku og grønlendsku sendinevndina.

Tað er ein sannroynd, at eisini í ST verður gáað eftir viðurskiftum í Føroyum, sum snúgva seg um mannarættindi og um rættindi hjá tilflytarum og útlendingum í samfelagnum, eins og á arbeiðsmarknaðinum og í útbúgvingarskipan okkara, eins og stórt uppmerksemi er í sambandi við føroyskar strategiir, politikkir, lóggávu og átøk, sum hava til endamáls at beina fyri haturstalu, mismuni vegna rasu, og at tryggja rættindini hjá einum vaksandi tali av tilflytarum í Føroyum.

Ikki minst var stórt fokus á tiltøk í Føroyum, sum miða móti at skapa samsvar millum føroyska lóggávu og ST-sáttmálan. Í hesum sambandi heitti serfrøðinganevndin á Føroyar, um at skunda undir tilgongdina at seta eina mannarættindaeind á stovn. Serfrøðinganevndin heitti eisini á Føroyar, um at seta lóggávu í verk, ið forðar fyri mismuni vegna rasu á arbeiðsmarknaðinum.

Spurt varð eisini um hagtøl og gransking á økinum, eins og um møguligar fráboðanir um haturstalu og mismun vegna rasu, etniskan uppruna, tjóðskap og trúgv.

Vegna Føroyar luttóku Hanna í Horni, umboðandi Uttanríkistænastuna, og Helena Dam á Neystabø, umboðandi Útbúgvingardeildina í Uttanríkis-og mentamálaráðnum.