Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar skulu sjálvar goyma sínar upplýsingar

Framsókn vil hava, at allar upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri samfelagið, skulu goymast í Føroyum sum partur av føroysku tilbúgvingini

Føroyska tilbúgvingin skal hereftir eisini fevna um samfelagstýdningarmiklar upplýsingar. Tað sigur Framsókn, sum vil hava løgtingið at broyta tilbúgvingarlógina. Higartil hevur tilbúgvingin havt til endamáls at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir. Framsókn vil nú hava, at hon eisini skal tryggja upplýsingar, ið eru av serligum týdningi fyri virkisførið hjá samfelagnum.

Flokkurin vil hava, at samfelagstýdningarmiklar upplýsingar hereftir skulu goymast og viðgerast í Føroyum. Talan er um eina ørgrynnu av upplýsingum, men sjónskasta avleiðingin av broytingini verður ivaleyst, at persónsupplýsingarnar, sum føroyskir peningastovnar fyri nøkrum árum síðani fluttu frá Elektron niður til Danmarkar at verða goymdir hjá SDC (Skandinavisk Data Center), skulu flytast aftur til Føroya.

Framsókn vísir á, at saman við fyrimununum av altjóðagerðini og kunningartøknini fylgir eisini tann vansin, at einstakar vanlukkur, skaðahendingar, skipað brotsverk, yvirgangur, krígsstøður og aðrir tilburðir kunnu gera, at samfelagið missir altavgerandi upplýsingar og harvið sítt virkisføri. Tí heldur flokkurin tað ikki vera rætt at lata útlendskar KT-veitarar hava tær um hendi. Tað er eisini munandi truplari hjá løgtinginum at lóggeva um persónsupplýsingar og aðrar upplýsingar, um tær verða goymdar og viðgjørdar hjá útlendskum veitarum.

Framsókn vísir eisini á, at verða upplýsingarnar goymdar og viðgjørdar uttan fyri Føroyar, missa føroyingar førleikarnar at viðgera tær undir tryggum umstøðum. Uppskotið hevur tí eisina ta avleiðing, at tað kann stuðla undir hávitanararbeiðspláss í Føroyum.

Framsókn viðurkennir, at tað í serstøkum førum kann gerast neyðugt at avrita týdningarmiklar upplýsingar til viðgerðar uttanlands. Hetta eigur tó bert at verða loyvt, um tað av onkrari orsøk slett ikki ber til at viðgera tær í Føroyum, og talan skal tá bert vera um so avmarkaðar nøgdir av upplýsingum, sum tilber.