
Føroyar seta í verk tiltøk móti Russlandi
Uttanlandsnevndin í Løgtinginum tekur undir við landsstýrinum, at revsitiltøk skulu setast í verk móti Russlandi, orsaka av russisku innrásini í Ukraina.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, vóru í gjár til ráðførslu í Uttanlandsnevndini. Teir bóðu um undirtøku fyri, at landsstýrið fylgir vesturheiminum við teimum tiltøkum, ið verða sett í verk móti Russlandi.
Ein samd Uttanlandsnevnd tók undir við hesum.
Tíðindaskrivið kann lesast á enskum á www.government.fo