Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Ísland undirskrivað avtalu um orkusamstarv, har møguleikan fyri elkaðal millum londini skal kannast

Ein elkaðal millum Ísland og Føroyar kann geva føroyska elbrúkaranum møguleika at keypa varandi orku úr Íslandi, og samstundis vil hann sum frálíður møguliga verða eitt fyrsta stig móti at knýtt londini bæði upp í ein felags evropeiskan orkumarknað.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, og íslendski starvsbróðurin, Steingrímur J. Sigfússon, hava í dag undirskrivað avtalu um samstarv innan orkuøkið. Avtalan er eitt sokallað Memorandum of Understanding (MoU) og varð undirskrivað á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki. Høvuðsendamálið er at kanna møguleikan fyri at leggja ein undirsjóvar elkaðal millum Ísland og Føroyar til at flyta varandi orku.

Í 2007 gjørdu Jarðfeingi og íslendski Orkustofnun kanning av møguleikunum fyri einum elkaðali millum Ísland og Føroyar. Niðurstøðan var, at ein elkaðal neyvan hevði loyst seg fíggjarliga, um ikki føroyska elnýtslan veksur munandi, hóast hvørki løgfrøðiligar ella tekniskar forðingar tyktust vera fyri eini slíkari verkætlan.

Síðan kanningin varð latin av hondum, er enn størri dentur lagdur á at leggja um til varandi orkukeldur, umframt at stór tøknilig menning er farin fram innan undirsjóvar elkaðalar.

Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at føroyska elframleiðslan í 2050 einans skal koma frá varandi orkukeldum. Sum nú er, kemur umleið 60% av elframleiðsluni frá olju, umframt at so at siga øll upphiting er tengd at olju. Um málið hjá landsstýrinum skal náast, er neyðugt við umfatandi útbyggingum innan varandi orkuframleiðslu og innan tøkni at goyma hesa óstøðugu orku. Í tí sambandi er tað eisini áhugavert at kanna møguleikan fyri at keypa varandi orku úr Íslandi, umframt at kanna útlitini fyri at selja egna yvirskotsframleiðslu av varandi orku.

Tað vera Jarðfeingi og íslendski Orkustofnun, sum í tøttum samstarvi við orkufeløgini í báðum londum, fara at standa fyri kanningini, sum skal vera liðug við árslok 2013.

MoU kann síggjast við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.vmr.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fVMR%2fFragreidingar%2fMOU_Iceland-Faroes__31+oct+2012.pdf