Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Ísland standa saman

Føroyar og Ísland eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi. Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hitti Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran í Reykjavík týsdagin.

Tosa varð m.a. russisku innrásina í Ukraina og hvørjar búskaparligu avleiðingar innrásin hevur fyri Føroyar og Ísland.

Bæði Føroyar og Ísland taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Avrátt varð, at føroyskir og íslendskir myndugleikar í næstum fara undir eina tilgongd, har vitanin og royndirnar á flóttafólkaøkinum koma báðum pørtum til gagns.

Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eru eisini á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísland, tá ið tað snýr seg um handil, gransking, mentan og útbúgving.

Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag, málsliga, mentanarliga, søguliga og sum samfeløg við felags áhugamálum í Norðuratlanshavi. Mongu felags áhugamálini eru haldgott grundarlag undir einum framhaldandi góðum samstarvi.

“Harðrenda russiska innrásin í Ukraina hevur álvarsamar avleiðingar fyri okkum í Norðuratlantshavi.  Ísland er okkara brøðratjóð,  og tí er tað avgerandi, at vit halda á við at styrkja samstarvið og sambandið við Ísland. Við stóru broytingunum úti í heimi í huga, hevur tað stóran týdning, at vit leggja nógv fyri at finna eitt felags stev við allar okkara grannar í Norðuratlantshavi,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.