Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Ísland skulu víðka samstarvið

Í gjár 2. februar høvdu løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarpheðinsson fund í Hoyvíksráðnum, sum er politiska samstarvsforumið undir Hoyvíkssáttmálanum.

Í hesum sambandi sigur løgmaður:”Vit høvdu ein góðan fund. Vit eru samdir um, at Hoyvíkssáttmálin er ein góður karmur fyri øktum samhandli, og einum meira skipaðum samstarvi millum londini, eisini innan mentanar- og heilsuøkinum. Men har eru viðurskifti, sum eiga at betrast. Eitt nú avmarkingarnar í føroyska fiskiskapinum eftir lodnu, og útflutninginum av landbúnaðarvørum á íslendska marknaðinum.”

Avmarkingarnar í føroyska lodnufiskiskapinum og útflutninginum av landbúnaðarvørum vóru á skránni fyri fundin. Uttanríkisharrin segði seg vilja arbeiða fyri eini loysn, ið letur upp fyri, at føroyskar landbúnaðarvørur fáa atgongd til íslendska marknaðin.

Enn er tó ikki útlit til, at Ísland er sinnað at avtaka avmarkingar fyri føroysk skip at virka og landa lodnu til matna. Málið verður tó ikki slept frá føroyskari síðu. Málið verður tikið uppaftur av føroysku og íslendsku fiskimálaráðharrunum undir árligu fiskivinnusamráðingunum landanna millum, ið væntandi verða í næstum.

Føroyar og Ísland hava gjørt eina avtalu um at styrkja samstarvi millum báðar uttanríkistænasturnar. Sum liður í hesum samstarvi legði uttanríkisráðharrin upp til, at føroysk embætisfólk fáa høvi at fylgja við samráðingunum hjá Íslandi við ES um limaskap, eitt nú tá ið fiskivinnuøkið verður viðgjørt.

Í gjár hitti løgmaður eisini forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og løgmaður nýtti høvi at takka fyri fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin lat sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.

Vitjað var eisini á høvuðssætinum hjá fyritøkuni Össur í Reykjavík. Fyritøkan mennir og framleiðir protesur og hjálpitól, og hevur virksemi kring allan heim. Løgmaður vitjaði eisini í konsert og ráðstevnuhúsinum, Hørpuni har hann fekk rundsýning.