Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Grønland styrkja samstarvið

Føroyar og Grønland eiga at styrkja formliga samstarvið landanna millum. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum seinnapartin fríggjadagin millum løgmann og Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður. Eftir ætlan skulu løgmaður og landsstýrisformaðurin framyvir hittast á hvørjum ári. Eisini verður samstarvið millum landsfyrisitingina í Føroyum og Grønlandi styrkt.

- Fundurin fríggjadagin er vónandi fyrsti av fleiri formligum fundum millum løgmann og landsstýrisformannin komandi árini. Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini. Grønland er ein miðdepil í altjóða politikki, og tí vil eitt tættari samstarv lata fleiri dyr upp - ikki minst hjá okkara vinnulívi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin umrøddu á fundinum møguleikan fyri einum tættari samstarvi í Arktiska ráðnum og í útnorði. Eisini varð skift orð um felags møguleikarnir og avbjóðingarnar í ríkisfelagsskapinum.

Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður, sær eisini stórar møguleikar í einum tættari samstarvi millum londini.

- Eg eri fegin um, at okkara samstarv kemur í fastari legu. Tað er sera týdningarmikið, at Føroyar og Grønland samstarva væl. Á fleiri økjum kunnu vit styrkja hvønn annan við einum felags stevi. Á øðrum økjum kunnu londini styðja hvønn annan, har vit í hvør sínum lagi longu standa sterk, sigur Aleqa Hammond.

Aleqa Hammond fer av landinum aftur í dag.