Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar miðdepil fyri taraaling

Dan Klein --- 29.09.2017 - 09:41

Føroyar eru hesa vikuna karmur um altjóða ráðstevnuna Nordic Seaweed, sum snýr seg um taraaling og menning av vørum úr tara.

Tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, legði fram á ráðstevnuna í morgun, fegnaðist hann í røði síni um stóru framgongdina, sum hevur verið við aling av øðrum enn enn fiski, síðan undangongufólk tóku fyrstu fetini fyri mongum árum síðan.

“Vitanin veksur, tøknin er framkomin, eftirspurningurin økist og íleggjarar standa til reiðar,” segði Poul Michelsen og vísti á, at hetta er annað árið á rað, at altjóða ráðstevna um tara verður hildin í Føroyum.

“Tað er eitt tekin um, at onnur eru áhugað í hvussu vit arbeiða við taraaling,” sigur landsstýrismaðurin‚ sum eisini nevndi hugskotið at gera Føroyar til ein depil fyri taravinnumenning.

Nýggja alilógin, sum verður løgd fyri Løgtingið seinni í heyst, hevur millum annað til endamáls stimbra nýhugsan og skapa betri møguleikar fyri aling av tara og skeljadýrum, samstundis sum umhvørvis og náttúra verða sett í hásæti.

“Tari er eitt einstandandi tilfeingi. Á okkara leiðum hava vit serstakliga góðar umstøður og karmar at ala tara. Tað er ein framíhjárættur, ið eisini krevur stóra ábyrgd. Tari kann verða við til at loysa fleiri av stóru altjóða avbjóðingunum, ið standa fyri framman, tá ið umræður burðardygga framleiðslu av heilsugóðum kosti,” segði Poul Michelsen.

Øll røðan hjá Poul Michelsen kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10065/setanarrøða-nordic-seaweed-hotel-føroyar-27-28-sept-2017.docx