Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar lata meira neyðhjálp til Eysturafrika

Neyðin í Eysturafrika er ovurhonds stór, nú ringasti turkurin í 60 ár hevur rakt londini á sokallaða Afrikahorninum.

Mett verður, at nærum 12 milliónir menniskju í Somalia, Etiopia, Kenja, Uganda og Djibuti líða neyð orsakað av turkinum. Turkurin hevur við sær, at grøðin er farin fyri skeyti, at djórini doyggja og at íbúgvarnir í raktu økjunum hvørki fáa mat ella vatn. Fólk flýggja tískil í hópatali at leita sær hjálp. Tey kunnu ganga í fleiri vikur, áðrenn tey koma til hjálparlegur.

Nógv lata lív á leiðini. Eldri fólk og børn eru serliga hart rakt. Heimssamfelagið hevur viðurkent hesa ovurhonds stóru vanlukku og heimsins tjóðir hava seinastu mánaðirnar latið neyðhjálp til Eysturafrika.

Uttanríkisráðið lat í juni mánaði 150.000 kr. í neyðhjálp til Eysturafrika umvegis Reyða Kross og løgmaður hevur nú avgjørt at lata 150.000 kr. afturat í neyðhjálp. Neyðhjálpin verður latin umvegis Heimsmatvørufelagsskapinum undir Sameindu tjóðum, World Food Programme (WFP).

Peningurin úr Føroyum verður nýttur í eini verkætlan, ið hevur til endamáls at veita teimum neyðstøddu í Somalia hjálp. Orsaka av politisku støðuni og innanhýsis bardøgum er Somalia eitt av heimsins vandamiklastu støðum at virka í.

Tað er ov vandamikið at koyra neyðsynjarvøru til raktu økini og ætlanin hjá WFP er tískil at nýta loftvegis flutning. Á henda hátt kunna Føroyar verða við til at røkka teimum mest útsettu menniskjunum í Eysturafrika, ið higartil lítla og onga hjálp hava fingið.