Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar kæra ES til WTO

Føroya landsstýri hevur í dag kært handilsstongsulin hjá ES til WTO, heimshandilsskapin. Landsstýrið er av teirri sannføring, at handilstiltøkini hjá ES stríða móti fleiri grundleggjandi ásetingum í WTO sáttmálanum.

- Handilstiltøkini hjá ES eru brot á ásetingarnar hjá WTO. ES tiltøkini eru ikki ætlað at verja fiskastovnarnar, men hava til endamáls at verja egin áhugamál. Í altjóða høpi eru Føroyar ein lítil tjóð, meðan ES er eitt stórveldi. Tá ið ES brýtur so grundleggjandi handilspolitiskar ásetingar, er neyðugt hjá Føroyum at brúka tey amboð, sum kunnu loysa slíkar trætur. WTO gerðarrætturin tryggjar okkum eina sakliga og javnbjóðis viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO, og tí verður tað formliga Danmark vegna Føroyar, sum kærir ES til WTO. Tað verður kortini Føroya landsstýri, ið fer at koyra málið.