Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar hava tørv á betur hóskandi oljubasingarútgerð

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, staðfestir, at landið stendur ikki á berum, men at tørvur er á meiri og betur hóskandi basingarútgerð fyri at verja náttúruríkidømið kring Føroyar móti oljudálkingum á sjónum.

Landsstýrismaðurin hevur í dag kunnað seg um oljubasingarútgerðina hjá landinum. Fiskiveiðieftirlitið og Landsverk vístu landsstýrismanninum útgerðina og greiddu frá, hvat slag av oljubasing verandi útgerð hóskar seg til. Landstilbúgvingin er ikki serútgjørd til at handfara dálkingar við tungolju. Greitt varð eisini frá, hvat slag av útgerð tørvur er á fyri at skipa eina hóskandi oljutilbúgving, ið tekur hædd fyri føroyska veðurlagnum.

Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini, LFB, vísti landsstýrismanninum nýggja radiosamskiftisbilin, sum felagið bjóðar almennu myndugleikunum at brúka, tá ein tilbúgvingarstøða tekur seg upp.

Landsstýrismaðurin ásannar, at landið stendur ikki á berum, men at tørvur er á meiri og betur hóskandi útgerð at basa oljudálking. Hetta fyri at verja okkara náttúruríkidømi og fyri at røkja skyldur Føroya í norðurlendska og arktiska tilbúgvingarsamstarvinum. Kári P. Højgaard sigur seg framhaldandi vilja arbeiða fyri at fáa eina játtan til oljubasing á fíggjarlógina.