Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar flyta seg skjótast

Dan Klein --- 10.02.2018 - 09:13

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust í gjár í Stokkhólmi. 

Poul Michelsen, landsstýrismaður, nýtti millum annað høvið at kunna hinar ráðharrarnar um Arctic Hubs ráðstevnuna, sum verður í Føroyum í mai, og beyð teimum øllum til Føroya í sambandi við ráðstevnuna.

Fyri sjálvan fundin varð hagfrøðiliga tíðarritið State of the Nordic Region lagt fram. Kanningin tekur støði í útvaldum økjum í Norðurlondum, og tølini vísa, at londini er komin væl fyri seg eftir fíggjarkreppuna í 2008. Fólkatalið er mett at vaksa við 10 prosentum upp í 29 milliónir í 2030 og arbeiðsloysið er lágt.

Føroyar standa seg sera væl á fleiri økjum, og eru sambært greiningini tað øki í Norðurlondum við bestu evnum sum samfelag at flyta seg, ein sonevndur top mover í mun til seinastu kanning av hesum slagi.

“Sostatt eru búskapurin, støðan á arbeiðsmarknaðinum og fólkatalið í Føroyum styrkt samanborið við onnur Norðurlondu síðan 2015. Úrslitið er eitt gott amboð, ið eggjar okkum at halda fram at arbeiða miðvíst,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og leggur afturat, at hinir samstarvsráðharrarnir vístu góðu úrslitunum hjá Føroyum ans.

Tann 20. februar skipa NORA og Norðurlandahúsið fyri framløgu av State of the Nordic Region í Norðurlandahúsinum, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fer at bjóða vælkomin. Øll frágreiðingin kann lestast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10536/fulltext01.pdf