Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar eygleiðarastøðu í ERAC

Í vár fingu Føroyar formliga innbjóðing til gerast eygleiðarar í ERAC og at tilnevna umboð vegna Føroyar at luttaka á fundum hjá ERAC. ERAC er stytting fyri European Research Area Committee. Mentamálaráðið gjørdi av at tilnevna Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, til umboð í hesi nevndini.

ERAC hevur áður verið nevnd CREST. Talan er um eina ráðgevandi nevnd hjá ES-Tinginum og Kommissiónini innan økini gransking og tøkniliga menning. ERAC varð sett á stovn við einum nýggjum mandati fyri CREST, sum varð samtykt av ES-Tinginum í mai 2010. Høvuðsuppgávan hjá ERAC er at koma við strategiskum innskotum á øllum granskingar- og nýskapanarøkjum, sum hava týdning fyri menningina av ERA.

CREST var upprunaliga stovnssett í 1974 við eini samtykt hjá ES-Tinginum, hendan var dagførd í 1995. Limir í CREST eru ES-Kommisiónin og øll ES-limalondini. Hesi komandi limalondini og atknýttu londini eru boðin við í ERAC sum eygleiðarar: Albania, Bosnia/Hersegovina, Kroatia, Føroyar, Ísland, Ísrael, Liktinstein, Makedónia, Moldova, Montenegro, Norra, Serbia, Sveis og Turkaland.

Tað eru fýra fundur árliga í hesi nevndini. Fyrsti fundurin síðani Føroyar komu við var í Horsens í Danmark 13.-15. juni. Á skránni var m.a. framløgur og kjak um ERA og Horizon 2020. Eisini var drúgv viðgerð av innsavning og nýtslu av hagtølum á økinum. Umfrmat sjálvan fundin varð skipað fyri virkisvitjan hjá LEGO fyritøkuni í Billund.