Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar eru ein donsk koloni!

Nýføroyingurin Ole Wich, ynskti her fyri, umvegis einari hissini viðmerking á FB, at eg skuldi grundgeva fyri at Føroyar eru ein donsk “koloni”.

Tað vil eg fegin.

Vit ráða ikki á uttanríkispolitikki!

Ei heldur á gjaldoyraøki!

Vit hava danskt politivald her!

Og ákæruvald!

Og dómsvald!

Danskir bossar í Føroyum eru ikki undirlagdir vanligar danskar “kanningar”. Teir eru eitt slag av nýtíðar “Gáblum...”! í Føroyaportalum.

Løgtingsins umboðsmaður kann heldur ikki viðgera mál har ein danskur embætismaður er í, tí so hoyrir tað ikki undir “heimastýrið”.

Vit eru rávøruútlytari!

Tað er eitt dygt koloniprógv.

Vit eru av ófrælsisstøðuni ikki eitt land men “ en del af kongeriget Danmark”.

Tí vinna danskir agentar ella millummenn sera nógvan pening úr landi okkara.

Annars vil eg ynskja Ole vælkomnan sum “nýføroying”!

Vit mennast!

Hanus Vang