Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar ein býur!

Dan Klein --- 09.11.2012 - 12:36

Mesta av tí, ið sagt verður í einum valstríði, hevur lítið upp á seg og er gloymt tá upptalt er. Men undantøk eru.

Einki er at ivast í, at eitt av hesum undantøkum fer at vísa seg at vera tað sum býráðsformaðurin í Klaksvík segði í Degi og viku hóskvøldið tann áttanda november. Hon gjørdi vart við, at vit í Føroyum í veruleikanum høvdu eitt samfelag, har øll búðu í sama býi.

Í hesum er ein djúpur sannleiki, og ein viðurkenning av tí broytta veruleika, sum vit nú liva í. Um allan heim síggja vit, at gongdin innan samskifti ber við sær, at gomlu býirnir gerast partar av einum býarsamfelag, har fólk kunnu búgva í einum staði og arbeiða heilt aðrastaðni. Okkum nýtist ikki at fara longur enn til Íslands fyri at síggja, at vit har hava eitt býarsamfelag sum Reykjavík er ein partur av. Tey sum búgva so nær miðbýnum, at tað tekur ein tíma at koyra hagar, eru við í hesum býarsamfelag. Í Danmørk er sama skilið. Mestsum alt Sæland er partur av keypmannahavnarbýarsamfelagnum, og soleiðis er um allan heim.

Vit eru í tí hepnu støðu, at okkara land er so lítið, at vit kunnu búgva hvar tað skal vera og bert hava umleið ein tíma at koyra til miðdepilin. Sjálvandi vantar okkum nakað enn, tí hóast vit vita, at strekkið til Tvøroyri úr Havnini ikki er stórt longri enn teinurin til Vestmanna, so hava vit ikki enn tikið okkum saman at fáa Suðurtunnilin gjørdan. Men longu sum er búgva fýra av fimm føroyingum í sama býarsamfelag.

Næstu grannar okkara í Hetlandi hava tikið avleiðingina av hesum og hava gjørt alt Hetland til eina kommunu. Hetta ger, at teir kunnu arbeiða betri saman fyri at menna landið og gera tað meira attraktivt fyri tað uppvaksandi ættarliðið.

Tað sum vantar hjá okkum, er at vit koma til somu niðurstøðu, og at vit tí siga, at best er at eitt býarsamfelag hevur eina felags leiðslu, tí so fer at bera til at avgera hvat ið gerast skal fyri at vit fáa sum mest burtur úr okkara skattakrónum til frama fyri alla tjóð okkara, bæði tey sum nú liva, og tey sum skulu liva her í ókomnum tíðum.

Zakarias Wang