Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar best fyrireikað til Brexit

Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit og altjóða umhvørvissamstarv vóru høvuðsmálini, tá norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust í Washington í dag.

Orsøkin til, at fundurin var í Washington í ár, er tann, at flestu ráðharrarnir vóru á ársfundi hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF, sum liggur í Washington. Avgjørt varð tí at halda norðurlendska ársfundin samstundis.

Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit fingu nógva umrøðu á fundinum. Jørgen Niclasen vísti í hesum sambandi á, at Føroyar longu hava fingið í lag handilssáttmála við Bretland og somuleiðis tryggja sær fiskiveiðiavtalur.

Semja var um á fundinum, at Føroyar er tað norðanlandi, sum er best tryggja móti avleiðingunum av Brexit.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, var vertur fyri fundinum.