Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar átaka sær formansskapin í Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015

Norðurlendska fiskivinnusamstarvið hevði fund í Lysekil í Svøríki í farnu viku, har fleiri týðandi avgerðir vórðu tiknar. Ísland fær formansskapin í Norðurlendska samstarvinum í 2014 og legði á fundinum fram sínar ætlanir um, hvat ætlanin er at seta skjøtul á í 2014.

Lívfeingisbúskapur (bioøkonomi) er høvuðsyvirskriftin, sum í einum komandi 3 ára skeiði skal seta burðardygga gagnnýtslu av lívfrøðiligum tilfeingi á breddan. Ítøkiligu verkætlanirnar eru tó enn í gerð.

Undir danska formansskapinum í 2015 hava Føroyar átikið sær formansskapin í fiskivinnusamstarvinum. Hetta merkir, at Føroyar ganga á odda fyri tí, sum skal fara fram á norðurlendska fiskivinnuøkinum í 2015.

Fundirnir viðgjørdu eina røð av verkætlanum og øðrum tiltøkum, sum eru í gongd og sum væntast at byrja nakað skjótt. Har ímillum vóru tríggjar verkætlanir, sum Føroyar eru leiðarar av fyri tilsamans 1,2 milliónir. Fleiri aðrar verkætlanir hava føroyskan áhuga.

Nevnast kann, at Føroyar standa á odda fyri einari verkætlan, sum skal kanna tilfeingisrentu í alivinnuni og einari um at brúka “spælteori” til at finna møguligar loysnir í ósemjum, sum hava samband við uppsjóvarfiskasløgini. Føroyar standa eisini fyri einari verkætlan um laksalús.

Føroyar eru somuleiðis við í einari verkætlan, sum - í sambandi við eina altjóða UNCLOS ráðstevnu í Bergen í 2014 - skal hava eina sessión um ósemjurnar um uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavi. Ein onnur verkætlan snýr seg millum annað um útróðrarvinnuna í Norðurlondum.

Úrslitini av kanningunum verða løgd fram í sambandi við ICEFISH stevnuna í Íslandi seinast í september 2014. Fleiri onnur uppskot vóru viðgjørd, og semja var um at møtast aftur í januar at taka endaliga støðu til hesi.