Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar á hvíta lista hjá Paris MoU

Johan Dahl, landsstýrismaður fegnast um, at drúgva og miðvísa arbeiðið hjá Sjóvinnustýrinum hevur borið frukt, og at hetta málið hjá Sjóvinnustýrinum fyri 2011 er rokkið.

Fyri menningina av Føroyum sum sjóvinnutjóð hevur tað alt at siga, at skoðsmálini frá altjóða sjóvinnufelagsskapunum eru góð.

At Føroyar nú eru á hvíta lista, er tí eitt avgerandi stig á leiðini at bjóða Føroyar fram sum altjóða sjóvinnu-, tænastu- og útbúgvingardepil.

Landsstýrismaðurin takkar fyri frálíka samstarvið millum Sjóvinnustýrið, reiðaríini og manningarnar.

Teirra arbeiði støðugt at betra mannagongdir, umhvørvis- og trygdaratlit gera, at “Merkið” nú eru flutt frá gráa lista upp á hvíta lista hjá París MoU. Nú ræður um at halda á við góða arbeiðnum og at tryggja, at Føroyar framhaldandi megna at halda seg í fremsta góðskuflokki millum sjóvinnutjóðir.