Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar á heimsins størstu sjómatarmessu í Brússel

Aftur í ár luttaka 14 av okkara fremstu fiski-og alivinnufyritøkum á heimsins størstu sjómatarmessu - European Seafood Exposition. Fyritøkurnar luttaka í felag á einum føroyskum landsbási, har tær hitta keyparar og knýta nýggj sambond við viðskiftafólk á marknaðinum. Fyri flestu fyritøkurnar er luttøkan á messuni týdningarmesta marknaðar- og søluátak á hvørjum ári.

Í sambandi við føroysku luttøkuna skipaði Sendistova Føroya í Brússel saman við Fiskamarknaði Føroya, Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag fyri stórfingnari móttøku við yvirskriftini “Fresh from the Faroes”. Á móttøkuni var frumframvísing av nýggjumn kunningarfilmi um Føroyar sum ábyrgdarfull fiskiveiðutjóð við framkomnari umsiting og dygdarvørum úr einum reinum havumhvørvi. Gestirnir á móttøkuni fingu eisini høvi at smakka rávøruna og brellbitar, sum Leif Sørensen frá Koks borðreiddi við. Eitt breitt úrval av føroyskum øli var eisini at fáa, umframt føroyskt kelduvatn.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, luttók eisini á móttøkuni og hevði nakrar innleiðandi viðmerkingar.

Í ár eru 21 ár síðan Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð á messuni. Undirtøkan er vaksin støðugt síðani, og luttakandi fyritøkurnar eru á einum máli um, at messan hevur havt stóran týdning og hevur gjørt sítt til, at Føroyar hava fingið ein greiðan samleika sum fiskivinnutjóð ímillum aðrar.

Luttakandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Føroya Fiskamarknaður, Faroe Origin, Hiddenfjord, JFK, Kósin, Koralfisk, Landshandilin, Varðin Pelagic, Orca, PRG, Rainbow Seafood og Vaðhorn Seafood.

Tað er Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, ið fyriskipar føroysku luttøkuna á landsbásinum.

Nýggi kunningarfilmurin um fiskivinnuumsiting í Føroyum, sum Fiskamarknaður Føroya, Føroya Ráfiskakeyparafelagið og Føroya Ráfiskaseljarafelagið hava tikið stig til at gera, kann síggjast á www.firf.org.