Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á vitjan í Tinganesi

Fyrrapartin í gjár, 28. august, vitjaði Føroyanevndin hjá Fólkatinginum úti í Tinganesi, har tey hittu varaløgmann, Anniku Olsen.

Annika Olsen legði út við at greiða frá politisku og fíggjarligu viðurskiftunum í Føroyum og avbjóðingunum fyri framman. Síðani var gott og opið orðaskifti um ymisk føroysk viðurskifti og serliga viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Endamálið við ferðini hjá Føroyanevndini er, at limirnir skulu fáa møguleika fyri at seta seg inn í og skifta orð um aktuel fíggjarlig, politisk, vinnulig og mentanarlig evni við føroyskar politikarar og myndugleikar.

Skráin fyri vitjanini hjá Føroyanevndini kann síggjast her og eitt yvirlit yvir limirnar í Føroyanevndini sæst her:

http://www.ft.dk/Folketinget/udvalg_delegationer_kommissioner/Udvalg/Faeroeudvalget/Medlemsoversigt.aspx