Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya vakrasta hálvmaraton 2020

Leygardagin 5. september renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býðst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.

Føroya vakrasta hálvmaraton 2020

Leygardagin 5. september fara vit aftur at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju, í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býðst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.

Luttakararnir av Føroya Vakrasta hálvmaraton lótu tilsamans kr. 66.000, í stuðli, til Krabbameinsfelagið í 2019. Eins og undanfarin ár lata vit kr. 100 av luttøkugjaldinum, hjá teimum, ið ganga hálmaraton, til Krabbameinsfelagið. Tey, sum renna, hava eisini møguleika at lata stuðul um tey ynskja tað.

Hóast onkrar tillagingar kunnu væntast orsaka av Covid-19, vóna vit at tiltakið verður eins hugnaligt og stuttligt sum vanligt. Tað verður tónleiki á rutuni, ein máltíð aftaná, myndaboksin vitjar og tíðtøkan er við stuðuli frá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya.

Av møguligum tillagingum kunnu nevnast, at tað neyvan verða møguleikar at skifta áðrenn og aftaná, at munnbind verða nýtt í bussinum til Gásadals og kanska starturin verður skipaður eitt sindur ørðvísi enn hini árini. 

1. august á miðnátt hækkar luttøkugjaldið og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum, kommununum í Vágum og vinnulívinum. Frælsi hevur venjingar fyri vaksnum á ymsum stiðjum og í ár er Frælsi eisini farið undir at bjóða barnavenjing aftur.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum hjá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í Covid-19 broytist vera tillagingar gjørdar.