
Seinasta leygardag gingu 160 fólk hálvmaraton frá Gásadali til Sandavágs. Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um undirtøkuna.
Seinasta leygardag gingu 160 fólk hálvmaraton frá Gásadali til Sandavágs. Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um undirtøkuna.
Talan, hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum, til Føroya vakrasta hálvmaraton 2016, sæst niðanfyri:
At hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein og eisini teimum, sum varða av, er stórur partur av arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Øll skulu hava møguleika at fáa hjálpina, og tí er hon ókeypis.
Men so er tað tað: tað er ikki nógv her í verð, sum er púra ókeypis. Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa, er týðandi, at tað eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond, eisini at fáa pening til vega.
Fyri trimum mánaðum síðan setti Frælsi, ítróttafelagið í Vágum, seg í samband við Krabbameinsfelagið. Tey spurdu, um vit tóku undir við, at tey afturat vanliga hálvmaratoninum, eisini høvdu Gongu1/2maraton. 100 kr. av hvørjum tilmeldinargjaldi skuldi Krabbameinsfelagið fáa.
Glað vóru vit. Takk tit í Frælsi, at tit hava tikið stig til at stuðla Krabbameinsfelagnum soleiðis. Tað fløvar – og tað ger mun.
Tað er ein fragd at sleppa at vera við í Føroya vakrasta ½ maraton, bæði sum felag og sum gongufólk.
Og nú fara vit avstað. Summi til gongu og onnur renna. Hjá mær er bara eftir at ynskja okkum øllum góða ferð og telja niður.