Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya symfoniorkestur og vitar á nýggjum føroyskum frímerkjum

Í dag 28. apríl gevur Posta út fimm nýggj frímerki, tey avmynda ávíkavist Føroya Symfoniorkestur og føroyskar vitar.

Europa 2014: ljóðføri

Hvørt ár geva postverkini í Evropa út frímerki við felags evni. Í ár var evnið ljóðføri og Posta hevur valt at nýta høvið til at vísa Føroya Symfoniorkestur, sum nú hevur 30 ár á baki, á frímerkjunum.

Myndirnar eru frá nýggjárskonsertini 2012 og Finnur Justinussen hevur tikið myndirnar.

Virði: 14,50 og 19,50

Vitar

Vitar eru kærkomin myndevni hjá frímerkjasavnarum kring allan heim, og nú var tíðin komin til at vísa fleiri føroyskar vitar á frímerkjum. Hesa ferð eru tað vitarnir í Akrabergi, stóru Dímun og á Tofum, sum eru avmyndaðir. Myndatøka: Erik Christensen, Ólavur Frederiksen og Finleif Mortensen.

Eisini er givið út eitt frímerkjahefti við seks sjálvklistrandi frímerkjum og postkort av vitunum.a

Virði: 14,50, 15,50 og 17,00 kr.

Meira kunning um frímerkini er at finna á www.stamps.fo