Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Symfoniorkestur, Nicolina og Jógvan

Nicolina Jensen Beder, Jógvan Isaksen og Føroya Symfoniorkestur. Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru júst latnar í Müllers Pakkhúsi.

Jógvan Arge, form. í mentamálanevndini, bjóðaði vælkomin, Tórshavnar Kamarkór sang og Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði virðislønirnar.

Virðislønirnar vóru M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Strúkikvartett hjá Føroya Symfoniorkestri spældi aftaná og kommunan bjóðaði okkurt at eta og drekka.

Virðislønirnar

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik varð í ár latin Jógvani Isaksen fyri virki hansara til frama fyri føroyska bókaútgávu. Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentunargrunni Studentafelagsins, sum er vorðið rættiligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum.

Í viðmerkingunum verður sagt, at Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókamarknaði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólkaræðisligum hugsanar-, talu- og prentfrælsi. Undir leiðslu Jógvans hevur føroyska almennið fingið ein hóp av týðandi samtíðarbókmentum.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011 verður latin Nicolinu Jensen Beder fyri bókina SEYÐUR ULL TØTING. Nicolina hevur við nærlagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst tilvirking úr skinni og ull úr søguligum og siðsøguligum sjónarhorni.

Víðari verður sagt, at hennara eldhugi og hegni seta sín dám á hetta megnarverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og siðvandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna.

SEYÐUR ULL TØTING gevur samtíðini og eftirtíðini møguleika at kunna seg við siðbundna stovnsrøkt og tilvirking úr skinni og ull.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2011 fór til Føroya Symfoniorkestur. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at ”í eini aldargamlari kvæðamentan og eini livandi sangmentan hevur Føroya Symfoniorkestur við nýhugsan savnað føroysk børn til tónleikaligar heildarupplivingar.

Føroya Symfoniorkestur er ein fongur og hevur prógvað sín alstóra týdning fyri ta tónleikaligu menningina. Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barnagørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleikaúrvali loftað teimum yngstu áhoyrarunum kring alt landið. Jóla- og familjukonsertirnar við evnaríkum tónleikarum og spentum, syngjandi børnum geva afturljóð í jólahugnanum. ”

51d9317e-face-4196-b186-792e92373a52.jpg

121_68555040-4ae7-4597-805e-edfbb8e2b7e0.jpg