Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Regatta 2012

Nú er komið vo væl áleiðis við fyrireikingini av stóra tiltakinum Føroya Regatta 2012, at ein fyribils skrá er gjørd.

Talan verður aftur í ár um eina umfatandi skrá við fjølbroyttum og spennandi tiltøkum. Tað er enn sum áður Felagið Føroysk Træseglskip, sum gera siglingarskránnna fyri regattaina, sum hesaferð umfatar dagarnar frá 5. til og við 8. juli.

Regattain byrjar tann 5. juli, tá skip og deksbátar koma á Klaksvík. Har verða bátarnir opnir fyri almenninginum og skipað verður fyri fleiri tiltøku, eitt nú verður bryggjudansur um kvøldið.

Fríggjadagin 6. juli sigla skip og deksbátar til Havnar, hagar komið verður á middegi. Borgarstjórin tekur ímóti og á Bursatanga verður tónleikur, og kaffi og køkur og pylsur at fáa.

Kl. 14 fara skip og bátar av Havnini og suður á Sand, hagar tey koma kl 19. Har verða eisini ymisk tiltøk og tey fara av Sandi á middegi leygardagin 7. juli og koma á Vág kl 19 sama kvøld, har fleiri tiltøk verða.

Skip og deksbátar fara síðan av aftur Vági á middegi sunnudagin. Á øllum nevndu støðunum verður skipað fyri fleiri tiltøkum, hesar skráir verða lýstar í miðlunum sum frálíður.