Føroya Prentsmiðjufelag og Grafiska Yrkisfelagið hava undirskrivað semju um nýggjan tvey ára sáttmála
Mikudagin 3. mars varð semja gjørd millum feløgini fyri sáttmálan um miðlagrafikarar og grafiskar tøkningar.
1. august 2021 hækkar lønin við 2,05%, og 1. mai 2022 hækkar lønin við 1,25%. Semjan er á sama støði sum hinar semjurnar, ið gjørdar eru á privata arbeiðsmarknaðinum hetta samráðingarumfarið.