Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Pedagogfelag norðurlendskt undangongufelag innan námsfrøðina

Dan Klein --- 09.03.2018 - 08:26

Í hesum døgum eru umboð fyri Pedagogfelagið á NLS sektor-fundi í Keypmannhavn. Hetta er ein bólkur av norðurlendskum systurfeløgum, sum koma saman um at práta um viðkomandi faklig evni, so sum lønarlag, fyrireiking, útbúgving, skipan av arbeiðsviku og ”gólvtíð”.

Fundurin er í høvuðssætinum hjá BUPL í Keypmannahavn í ár, og fellur samstundis við at danska stjórnin og kommunurnar hava verkbannað (lockout) ein stóran part av danska almenna arbeiðsmarknaðinum. Júst á sama hátt sum gjørt var í Føroyum í desembur í fjør. Nógv hevur verið spurt inn til verkfallið og verkbannið, sum Pedagogfelagið varð ígjøgnum í desember/januar.

Í sambandi við sektor-fundin hava vit vegnað allar limirnar í Pedagogfelagnum nýtt høvi at takka fyri stuðulin, sum norðurlendsku feløgini við stuðulsskrivum og beinleiðis fíggjarligum stuðuli vístu Pedagogfelagnum, meðan verkfallið og verkbannið var.

Týðuligt er komið til sjóndar, at norðurlendsku feløgini stuðla hvørjum øðrum, men eisini at vit í Føroyum hava verið undangongufólk í treiskni, samanhaldi og úthaldni yvirfyri arbeiðsgevarinum. Stóra limatalið, samanborið við fólkatalið, hevur sett Pedagogfelagið í eina sterka samráðingarstøðu yvirfyri almenna arbeiðsgevaranum, og tað gav úrslit. Semingin hjá Pedagogfelagnum er søguliga góð í norðurlendskum høpi.

Á myndunum síggja vit Elin N.W. Tausen handa Haraldur F. Gíslason og Lasse Bjerg Jørgensen gávu frá Føroya Pedagogfelagið.