Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Pedagogfelag er til reiðar at venda gongdini

Tað er beiskur lesnaður, at fimta hvørt barn ikki dugir at lesa, og at 70 børn árliga eru innskrivað til psykiatriska depilin til greining ella viðgerð.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag:

Lat hetta vera eina inniliga áheitan á landsstýrismannin í mentamálum um at taka dagstovnaøkið í álvara nú. Føroya Pedagogfelag er til reiðar at hjálpa til við at venda gongdini.

Síðani hendan samgongan var smíðað, hevur Føroya Pedagogfelag heitt á landsstýrismannin í mentamálum um at fáa skipað eitt virkið dagstovnaráð. Eitt dagstovnaráð, sum kann veita landsstýrismanninum ta hjálp og ráðgeving, sum dagstovnalógin ástir. Hetta snýr seg um viðurskifti hjá øllum Føroya børnum í aldrinum 0-7 ár, og sum ganga á dagstovni. Enn hava vit ikki frætt frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hansara eru á hesum økinum.

Eingin ivi skal vera um, at dagstovnaøkinum tørvar politiskan áhuga, kanska onagantíð so nógv sum nú.

Høgravenda samfelagshugsanin og politiska fíggjarstýringin eru við at syndra eitt annars vælskipað og burðardygt kjarnuøki í føroyska samfelagnum. Vit hoyra alsamt, at fokus er á børnini, tá tey fara í skúla, og ikki eitt orð verður grett um týdningin av tíðini áðrenn. Børn verða ikki fødd 6-7 ára gomul, um nakar ivast.

Eitt gott barnalív kann ikki gerast upp í krónum og oyrum, heldur ikki í fermetrum ella byggitilfari. Eitt gott baranlív á dagstovni snýr seg eina og aleina um góðan hugburð til børn og menniskju sum heild.

Tað snýr seg um, at lívið hjá børnum skal vera tað besta, ein kann hugsa sær, eisini meðan børnini eru á dagstovni. Námsfrøði snýr eg ikki um fíggjarviðurskifti, men um lívsvirði og menniskjaáskoðan. Tað vísir seg tíverri, at føroysku politikararnir, so skjótt teir eru komnir í sessin, missa áhugan fyri tí virðismikla við lívinum og verða spunnir inn í ein hugsunarhátt, sum bert snýr seg um pengar.

Heimsbankin hevur gjørt búskaparligar útrokningar av, hvussu stóran týdning ein góð byrjan og eitt gott baranalívið hevur. Ein góður barndómur brynjar børnini til lívið, til skúlan og til at klára seg víðari í útbúgvingarlívinum. Harumframt vísa kanningar, at námsfrøðilig dygd og góð normering geva børnum ein førning, sum verjir og fremur teirra evni at forvitnast og læra, at vera góð við hvønn annan, at læra tolsemi og kreativitet og at gerast góðir samfelagsborgarar.

Ein góður gerandisdagur á dagstovni er við til at brynja børn til tað góða lívið og ikki bert til skúlan og arbeiðsmarknaðin.

Útrokningar vísa, at ein góður innsatsur tíðliga í barnalívinum kemur 17 fold aftur – so hví ikki satsa uppá at taka okkara børn í álvara og at geva starvsfólkunum rundan um tey bestu arbeiðskor?

Tað ræður ikki um at læra at lesa so tíðliga sum gjørligt, tað ræður um at duga at vera ein góður vinur og at hava samáhuga fyri teimum, tú veksur upp saman við. Tá tey grundleggjandi viðurskiftini eru til staðar, og børn fáa høvi at hvíla í sær sjálvum, sum tey eru, skulu tey uttan iva eisini læra at lesa og røkka langt í lívinum sum góðir samfelagsborgarar.

Námsfrøðingar vilja ikki longur lata seg sláa til tols við, at tað eru aðrir fakbólkar, sum seta dagsskránna á dagstovnaøkinum – tað eru vit, sum eru fakkunnleikin og serfrøðingarnir, og tað eru vit, sum kunnu ráðgeva landsstýrsimanninum, og vit eru ikki so fá.

Mín áheitan á landsstýrismannin skal vera at lesa á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum tey námsfrøðiligu stevnumiðini, sum er eitt valaarbeiði, sum Mentamálaráðið hevur staðið fyri at gera, men sum enn manglar at verða sett í verk. Har er ein upplagdur møguleiki hjá landsstýrismanninum at seta gongd á at fremja sína skyldu sum evsti eftirlitsmyndugleiki á dagstovnaøkinum.