Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Komandi vikuskiftið 1.-2. oktober verður ein spennandi vikuskiftishandil í bygdarhúsinum á Strondum.

Fleiri av sniðgevunum sum luttaka, hava nýggja og spennandi vøru við – sum ikki hevur verið presenterað áður.

Vøruúrvalið er breitt, t.d. whiskey grót, smykkur, vørur úr plexiglasi, glaslist, klædnapløgg, plakatir/myndir og sjálvandi ullvørur.

Hetta er alt dygdarvørur frá okkara dugnaligastu sniðgevum á klettunum – góðska, stílur og snið eru í hásæti.

Cafeteria verður opið báðar dagarnar og verður møguleiki at keypa okkurt leskiligt til matna.

Vit byrja kl 14.00 leygardagin og hava opið líka til kl 22.00. Sunnudagin verður opið frá kl 14.00 til kl 20.00.

Akkurát hetta slagið av vikuskiftishandli er nakað nýtt í Føroyum.

Vónandi fara fólk at taka væl ímóti hesum vikuskiftishandli, sum vónandi verður eitt afturvendandi tiltak.

Luttakarar eru:

Shisa Brand
Undirgrund
Elsabech
Hallfríð
Hjá Vimu
Einfalt list
Hallbera
FíL
Heimagjørt frá E.T.