Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya fyrsta Hundaland letur upp

Hugnaløta var í Havnardali í dag seinnapartin, tá Føroya fyrsta "Hundaland" lat upp. Talan er um eina trøð, sum Tórshavnar kommuna hevur latið til endamálið, sum nú so spakuliga verður umgjørd til eitt einastandandi lekkurt frítíðarøki til hundar og hundaeigarar.

Nina Brockie frá Hundafelag Føroya HUFF, Rúni Patursson frá Føroya Civila Hundaførarafelag og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fluttu fram røður og aftaná klipti borgarstjórin snórin. Øll løgdu tey vekt á, hvussu vakurt og vælegnað umhvørvið er til endamálið, her eru traðir, traðamenn, seyður, gæs og hestar - og ikki minst vakra viðarlundin framvið ánni.

Borgarstjórin var í tí skemtiliga horninum og gjørdi nógv burturúr, at tað nú var upp til hundaeigararnar at kenna ábyrgd av økinum.

- Tað er ikki av ongum, vit tosa um at liva eitt hundalív. Tí tað er nógv keðiligt knýtt at hundalívinum. Vit hava tað av hundanum til, vit kunnu liva í einum hundabøli, vit eru hundasjúk, vit eru hundakøld, hundavaktin er ikki tann besta vaktin - og stendur heilt illa til fáa vit hundaøði.

- Og so eru fólk so ill inn á henda neyðars hund, sum tíverri regluliga hevur lagt síni visittkort um allan býin, á fríøkjum, gongubreytum, í privatum gørðum, í túnum og á spæliplássum.

- Og so kleyrar abbi í kukkin og dregur hann inn á gongsmotturnar - og so fer alt maskinaríið í gongd við ávaringum, kærum og lesarabrøvum o.s.fr.

- Tað eru fá ting í býnum, sum kunnu fáa sinnini so uppá kók, sum leysgangangandi hundar og hundalortur.

- Men skuldin er helst okkara egna. Hundurin er helst næstan púra ósekur. Honum vantaði eitt stað at renna frustrasjónirnar av sær, eitt stað at gera burturav sær undir nátúrligum umstøðum, eitt stað at renna og pøsa seg, eitt stað at hugna sær saman við bæði familju og javnlíkum.

- Og hví ikki. Aðrastaðni hava tey baðilond, vatnlond, spælilond o.s.fr. - so hví skulu vit í høvuðsstaðnum ikki verða tey fyrstu við einum Hundalandi!?

- Hundurin er okkara besti vinur. Og hugsa vit um, at eitt hundaár er at meta sum sjey ár, so haldi eg, at hundarnir hava bíðað nóg leingi eftir at fáa sítt egna fríøki, sítt egna Hundaland, sum teir kunnu brúka til familjuhugna, spæl, venjingar, kappingar, ella hvat tit nú kunna finna uppá.

- Hundafeløgini, serliga Føroya Civila Hundaførarafelag og HUFF, hava frammaundan gjørt eitt stórt arbeiði at royna at finna øki til hundarnar. Nú er so semja funnin um hetta einastandandi økið, sum liggur so avbera væl fyri her í Havnardali.

- Kommunan lænir tykkum trøðna til endamálið. Vit skapa nakrar hugnaligar karmar her, men tað verður nú tykkara ábyrgd at tryggja, at alt virksemið fer fram undir skipaðum og tryggum viðurskiftum.

- Mín vón skal vera, at økið ikki bara verður til gleði fyri hundarnar, men kanska serliga fyri familjurnar, sum her í hesum praktfulla umhvørvinum fáa høvið til ymisk sosial tiltøk til gleði fyri bæði fólk og hundar. Vegna býráðið skal eg ynskja tykkum alt tað besta og góða eydnu við økinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn tey umleið tveyhundrað, sum møtt vóru við hundum sínum, floymdu oman á trøðna.