Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Fiskimannafelag limur í Fasta Gerðarrættinum

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Kári á Rógvi, nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum, hava undirskrivað sáttmála, so Føroya Fiskimannafelag nú er limur í Fasta Gerðarrættinum.

- Vit eru fegnir um at kunna gerast partur av Fasta Gerðarrættinum. Tá ið Fasti Gerðarrætturin var gjørdur í síni tíð, vóru onnur arbeiðsmarknaðarlig viðurskifti, sum gjørdu, at Føroya Fiskimannafelag ikki beinanvegin gjørdist limur í Fasta Gerðarættinum, men hesi mál eru farin afturum, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

- Tíðin er búgvin til, at okkara felag eisini gerst partur av Fasta Gerðarrættinum, og eg vænti, at tað kemur at ganga okkum at gerast partur av einum gerðarrætti, har mál vera viðgjørd skjótari enn í vanligu rættarskipanini. Vit skulu eisini minnast til, at í gerðarrættinum eru fólk við drúgvum arbeiðsmarknaðarligum royndum úr Føroyum, vísir Jan Højgaard á, og leggur afturat, at tað er ein stórur fyrimunur, at hava gerðarrættin og ikki bara vanligu rættarskipanina at dúva uppá.

Grein 6 í sáttmálanum ásetur, hvørji mál kunna førast í Fasta Gerðarrættinum.

"§ 6 Málførleiki

(1) Fasti gerðarrættur hevur altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir fasta gerðarrætt.

(2) Fasti gerðarrættur kann altíð taka støðu til hesi mál:

a. um høvuðsavtala er samtykt;

b. um felags sáttmáli er samtyktur;

c. um marknamál millum sáttmálaøki.

d. um brot er framt á høvuðsavtalu ella sáttmála;

e. um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað;

(3) Fasti gerðarrættur kann, um sáttmáli ella annað loyvir tí, taka støðu til:

a. um siðvenja er galdandi innan ávíst øki;

b. hvussu samtykt høvuðsavtala skal tulkast;

c. hvussu sáttmáli skal tulkast;

d. hvussu siðvenja skal tulkast.

(4) Fasti gerðarrættur kann ikki taka upp mál, ið hoyra undir (3), um partarnir hava sínámillum sáttmála um annan gerðarrætt. Men partarnir kunnu hóast slíkan sáttmála kortini semjast um at leggja ítøkiliga málið fyri fasta gerðarrætt.

(5) Fasti gerðarrættur kann heldur ikki taka upp mál, sum ikki av røttum eru mál um felags avtalur ella sáttmálar."