Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivað sáttmála við Føroysk Miðlafólk

Lønarhækkingarnar eru á sama støði, sum teir sáttmálar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesum samráðingarumfarinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk skrivaðu í gjár, 7. november 2011, undir nýggjan 2-ára sáttmála. Sáttmálin er galdandi frá 1. november 2011 til 1. november 2013.

Umframt smærri tillagingar í sáttmálanum, hevur semjan við sær eina lønarhækking á 0,82 % hin 1. november 2011 og 1,97 % hin 1. november 2012, og eina eftirlønarhækking á 0,5 % hvørt árið. Hækkingarnar eru sostatt á sama støði, sum teir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt higartil í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarasáttmálunum á várið 2010.

Føroya Arbeiðsgevarafelag yvirtók sáttmálan við Føroysk Miðlafólk 1. apríl 2011, og er hetta sostatt fyrstu ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk skriva undir sáttmála.





0.00 does not include shipping & tax