Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund

Nevndin heldur fram óbroytt.

Mánadagin í farnu viku, hin 6. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín, har m.a. ársfrágreiðingin varð løgd fram.

Í ársfrágreiðingini hesuferð hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag valt at seta ljósið á trý mál. Hesi eru føroyski arbeiðsmarknaðurin í 100 ár, marknaðaratgongd fyri fiskavørur og stóru ábyrgdina kommunurnar hava, nú val verður til heystar.

Sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags til evnini eru samanumtikið:

• at politiski myndugleikin skal virða grundleggjandi rættindi hjá arbeiðsmarknaðinum at skipa viðurskiftini sínamillum, og at partarnir á arbeiðsmarknaðinum altíð verða tiknir við í arbeiðið at gera lógir á økinum. Somuleiðis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at føroysku fakfeløgini áttu at lagt seg eftir at samskipa seg meira.

• Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at kommunur ikki yvirbjóða hvørja aðra yvir evni uttan at taka atlit til kostnaðarstøði og fígging av hesum tænastum. Somuleiðis mugu kommunurnar luttaka í skattaumskipanararbeiðnum og gera sítt til, at ein skattaumskipan, sum kemur borgarunum til góðar, verður gjørd. Harafturat heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at kommunurnar í nógv størri mun mugu leggja seg eftir at útveita tænastuveitingar.

• Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at tað áhaldandi verður arbeitt við handilsavtalum við mest áhugaverdu marknaðirnar. Hesir eru serliga Turkaland, Kina, Suðurkorea og Eur-asiatisku búskaparsamgongan umframt enn betri marknaðaratgongd fyri virkaðar vørur til ES-marknaðin. Eisini má arbeiðsorka raðfestast í Uttanríkistænastuni og á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at arbeiða við fríhandils- og heilsufrøðiligum avtalum við eitt nú Brasil og Australia, umframt onnur lond, sum hava týdning. Tað eigur at verða umhugsað at skipa sjálvstøðuga deild, sum kann tryggja, at tað áhaldandi verður arbeitt við at betra um marknaðaratgongdina og fylgja málunum upp.

Til ber at lesa útgreinaðu sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags her: http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fTidindir%2f2016%2fSj%c3%b3narmi%c3%b0+hj%c3%a1+FAG.pdf

Samlaða ársfrágreiðingin sæst her: http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFAG%2f2016%2f%c3%81rsfr%c3%a1grei%c3%b0ing+FAG+2015.pdf 

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Atli Gregersen og Bogi Jacobsen. Báðir tóku við afturvali og vórðu valdir. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Bergi Poulsen sum formanni, og Høgna Hansen sum næstformanni.

Tá formligi parturin av aðalfundinum var av, kunnaði landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Henrik Old, um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á arbeiðsmarknaðarøkinum.