Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jan Højgaard stillar uppaftur til formansvalið í vetur.

Formansval fyri framman

Freistin at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag er á middegi 4. desember. Sitandi formaður stillar uppaftur. 

Í vetur verður formansval í Føroya Fiskimannafelag. Tað er longu greitt, at Jan Højgaard, sitandi formaður, stillar uppaftur, og annars er freistin at stilla upp sett at vera fríggjadagin 4. desember klokkan 12. Tá skulu uppskotini um valevni vera felagsskrivstovuni í hendi.

Nýggja formansskeiðið í Fiskimannafelagnum byrjar 1. februar 2016.

Um uppstilling og val siga viðtøkurnar soleiðis:

§ 6 Uppstilling og val
Við val av felags- og sýsluformonnum hevur hvør sókn rætt til at stilla upp eitt fólk. Valevni, eins og álitisfólk, skulu vera limir í Fiskimannafelagnum.

Við val av felagsformanni hava eisini limirnir á teim skipum, sum eru burtur, tá uppstillingin fer fram, rætt til at stilla upp ein mann. Maður er uppstillaður, sum felagsformansevni, um 3 sóknir ella skipsmanningar skjóta hann upp. Valini eru loynilig og fara fram eftir reglum, sum felagsstjórnin ásetur. Skipast skal so fyri, at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, skulu hava høvi at greiða atkvøðu.

Atkvøðuseðlar verða sendir til grannskoðara felagsins, sum telur atkvøðurnar.