
Formansskifti í byggi- og býar
Formansskifti hevur á middegi í dag verið í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Bogi Andreasen, sum herfyri fór úr samgonguni yvir í andstøðuna, hevur latið stólin til Levi Mørk, sum er nýggjur formaður.
- Eg gleði meg at sleppa at arbeiða víðari við útstykkingini Millum Gilja/ Djúpa Gil og eitt nú á Hamrinum og í Kollafirði, eins og at arbeiða við stóru ætlanini um ein livandi miðbý, ætlanin á Skálatrøð, sigur Levi Mørk, sum annars upplýsir, at staðseting av fótbóltsvøllinum í Hoyvík verður eitt av málunum, nevndin skjótt skal taka støðu til.